29. Dec

19 nýggir smittutilburðir í gjár

19 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

17 teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tað er í løtuni óvist, hvussu tveir persónar, ið báðir búgva í Føroyum, eru smittaðir. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Í gjár vórðu 1270 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 196.479 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 601 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 535 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 66 persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more