22. Sep

11 nýggir tilburðir

11 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 119.982 kanningar.

Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og flestu tilburðirnir hava samband við aðrar staðfestar tilburðir. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, sum er sera víðfevnd. Í gjár vórðu 3581 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 448 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 414 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 34 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more