28. Jul

6 tilburðir umborð á fraktskipi

6 nýggir koronatilburðir eru staðfestir í dag. Tað upplýsir Landslæknin.

Teir 6 tilburðirnir byggja á úrslit frá 23 kanningum umborð á fraktskipinum Cassiopeia, sum seinastu dagarnar hevur ligið við síðuna av russiska trolaranum Karelia við bryggju í Ánunum í Klaksvík. Øll manningin, sum telur 23 mans, varð kannað. 

Eftir ætlan leggur Cassiopeia leiðina til Afrika í dag. Hesum hevur Landslæknin mælt skiparanum frá at gera.

Landslæknin heitti í gjár á øll, ið hava havt samband við útlendsku manningarnar á teimum trimum skipunum, sum seinastu tíðina hava ligið við bryggju í Ánunum í Klaksvík, um at vísa serligt varsemi. Hann mælir í dag øllum teimum, ið hava havt samband við manningina um at lata seg kanna, sama um tey hava sjúkueyðkenni ella ei. Eisini skulu tey leggja stóran dent á halda frástøðu og hava gott reinføri.

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more