26. Jun

Føroyar lata meira upp - minnist til frástøðuna

Leygardagin 27. juni verður latið enn meira upp fyri ferðing til og úr Føroyum. Hetta merkir bæði, at føroyingar kunnu ferðast í enn fleiri lond, men tað merkir eisini, at útlendingar úr fleiri londum kunnu ferðast til Føroya. Við at lata upp fyri ferðing til og úr Føroyum økist tá eisini smittuvandin í føroyska samfelagnum aftur.

Fylgja vit almennu tilmælunum eru bæði onnur, men eisini vit sjálvi betri vard móti nýggjari coronusmittu. Samstundis eru vit viðvirkandi til at forða fyri, at smittan tekur dik á seg og breiðir seg í samfelagnum. Tí er tað sera umráðandi, at øll framhaldandi halda almennu tilmælini.

  • Vit mugu framvegis minnast til at halda frástøðuna. Frástøðan er eitt tað besta amboðið móti smittu. Tí er tað umráðandi, at vit minnast til frástøðuna, millum annað tá vit eru støð, har nógv fólk er savnað.
  • Vit minnast til at hosta og njósa í ermuna, tí coronasmittan er ein dropasmitta, sum smittar skjótt og lætt.
  • Vit minnast til at hava gott reinføri og vaska okkum ofta og væl um hendurnar, tí vanlig sápa brýtur feitthindina hjá virus og er tí besta evnið at sóttreinsa við. Um tú ikki hevur atgongd til sápu og vatn, kanst tú brúka hondspritt.
  • Vit mugu framvegis minnast til at avmarka kropsligt samband, tí vit kunnu øll vera smittuberar uttan at hava sjúkueyðkenni.
  • Vit eru serliga varug við sjúkueyðkenni sum t.d. hosta og fepur. Ver heima, um tú merkir tær okkurt, og ring skjótast gjørligt til læknan ella til læknavaktina, um tað er uttanfyri vanligar upplatingartíðir, soleiðis at tú kanst kannast fyri COVID-19.
  • Vit brúka vit og skil, tí soleiðis ansa vit best eftir hvørjum øðrum.

Her kanst tú lesa meira um nýggju leiðreglurnar fyri ferðandi, heimauppihald og finn almennu tilmælini. Hevur tú spurningar ella ivamál um eitt hvørt, kanst tú ringa til Coronalinjuna á 30 40 40 mánadag til hósdag frá kl. 10 til 15.

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more