14. May

Nú lata Føroyar enn meira upp

Á tíðindafundinum í dag tann 14. mai boðaði løgmaður frá, at nú skulu Føroyar enn meira upp í ferð. Ítøkiliga er talan um hesar broytingar:

 

Frástøða

Almenna tilmæli um frástøðu verður broytt úr tveimum metrum niður í ein. Sostatt skalt tú halda frástøðu á minst ein metur í almenna rúminum. 

Kortini skulu vit halda frástøðu á tveir metrar, har serlig atlit mugu takast. Tað er til dømis, har fólk í vandabólki eru, og har fólk eru serliga í serliga stórum vanda fyri dropasmittu – tað er til dømis, har sangur, róp og ítróttur eru.

 

Fleiri fólk kunnu savnast

Hetta verður nú broytt til 100 fólk. Tað vil siga, at vit kunnu í mesta lagi savnast 100 – sjálvandi við frástøðu.

 

Skúlar og útbúgvingar

Á skúlaøkinum fara allir flokkarnir aftur í skúla. Tað vil siga, at í fólkaskúlanum fara eisini 6. flokkur, 7. flokkur, 8. flokkur og 10. flokkur aftur í skúla skjótast tilber.

Somuleiðis kunnu Fróðskaparsetrið, Vinnuháskúlin og háskúlar fara aftur í skúla sum vant.

 

Áskoðarar til ítróttartiltøk

Kappróður, fótbóltsdystir og onnur ítróttatiltøk kunnu nú avgreiðast við áskoðarum. Men hetta skal gerast undir skipaðum viðurskiftum, so smittuvandin er so lítil sum tilber.

 

Dansi- og skeinkistøð

Hildið verður fast um tilmælið um, at dansi- og skeinkistøð lata aftur kl. 22:00

 

Bygdaleiðir

Bygdaleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins fara nú at koyra eftir vanligu ferðaætlanini og uttan bílegging. Nakrar avmarkingar vera kortini. 22 ferðafólk kunnu koyra við stórum bussunum, 10 kunnu koyra við teimum miðalstóru bussunum, og fimm fólk kunnu koyra við teimum lítlu bussunum.

 

Festivalar og størri mentanartiltøk

Hildið verður fast um, at eingir festivalar ella størri mentanartiltøk verða hildin áðrenn 30 juni. Ætlanin er at eftirmeta støðuna og koma við nýggjari fráboðan seinast í mai.

 

Ferðafólk til landið

Áheitanin um, at ferðafólk ikki eiga koma til landið fram til 30.juni, stendur við. Eisini verður hildið fast við tilmælið um, at fólk, ið ferðast til Føroya, skulu í sóttarhald í 14 dagar.

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more