8. Apr

Føroyar lata varisliga upp aftur

Nú fara Føroyar spakuliga upp aftur í ferð eftir einari grundreglu.

Vit skulu hava størst møguligan samfelagsliga ágóða fyri minst møguligan vøkstur í smittubreiðingini.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á tíðindafundi í morgun.

”Eg viðurkenni, at tað er trupult at finna røttu javnvágina. Tað finst einki fordømi, eingin frymil, eingin uppskrift, og einki úrslit,” segði løgmaður.

Við verandi smittutølum kunnu vit vera varisliga bjartskygd. Higartil hevur tamarhald verið á støðuni, men hon er enn álvarsom. Boðskapurin er tann sami. Tað er avgerandi fyri framtíðina, at vit framvegis taka tilmælini í allarstørsta álvara.

“Tað var ein tíð fyri korona, og tað er ein onnur tíð við korona. Tað mugu vit læra okkum at liva við í langa tíð frameftir,” segði løgmaður.

At Føroyar fara uppaftur í ferð, inniber millum annað, at dagstovnarnir lata uppaftur mánadagin 20. apríl, men tey foreldur, sum vilja og hava møguleika til tað, eru vælkomin at hava børnini heima.

Á skúlaøkinum lata frítíðarskúlarnir, forskúlar og 1. til 3. flokkur eisini upp tann 20. apríl. Tað verður skipað undirvísing, men tað verður ikki møtiskylda. Foreldur, sum vilja og hava møguleika til tað, eru vælkomin at hava børnini heima.

Endaflokkarnir í miðnámsskúlunum fara at hava nakað av undirvísing í skúlunum eftir 20. apríl.

Les meira um ítøkiligu niðanfyri.

Coronaráðgeving stovnað

At Føroyar fara spakuliga upp í ferð, reisir sjálvsagt nógvar spurningar.

Tí er ein nýggj coronaráðgeving við fleiri fakfólkum stovnað. Hon fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum og øðrum, hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittuspjaðing.

Eisini verður víst til heimasíðuna corona.fo og coronalinjuna. Telefonnummarið er 30 40 40.

 

TILMÆLI: FØROYAR UPP Í FERÐ

Dagstovnaøkið

Dagstovnaøkið letur upp mánadagin 20. apríl 2020.

Komandi vika verður brúkt til at fyrireika, hvussu latast kann upp, og hvussu gerandisdagurin skal skipast.

Foreldur sum vilja hava børn síni heima, hava síni børn heima.

 

Forskúlar og fólkaskúlar

Forskúlar og 1. til 3. flokkur hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020.

Mælt verður til, at børnini fara í skúla, men talan er um sjálvbodna – og ikki kravda – skúlagongd.

Frítíðarskúlarnir lata eisini upp mánadagin 20. apríl 2020.

Foreldur sum vilja hava børn síni heima, hava síni børn heima.

4. til 10. flokkur hava framhaldandi skúlagongd heima við hús. Hvørki 9. ella 10. flokkur skulu til endaligar próvtøkur í summar.

 

Miðnámsskúlar

Endaflokkarnir á miðnámsskúlunum fara at hava nakað av undirvísing í skúlanum frá mánadegnum 20. apríl 2020

Endaliga próvtøkan hjá endaflokkunnum á miðnámsskúlunum verður viðgjørd nærri og tillaga umstøðunum.

Hinir miðnámsflokkarnir fáa framhaldandi fjarundirvísing.

Yrkisútbúgvingarnar á Tekniska skúla í Klaksvík og á Glasi hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020

Frisørar o.a. skulu tó ikki møta í skúla enn

 

Sjúkrahúsverk

Verandi tiltøk, ið eru sett í verk fyri at tálma smittuspjaðing, halda fram restina av aprílmánaða

Fyri sjúklingar merkir tað, at ikki bráðfeingis viðgerðir og kanningar kunnu framhaldandi verða útsettar

Deildirnar eru farnar at fyrireika, hvussu ferð so smátt kann setast aftur virksemið, so fleiri fólk fáa viðgerðir

 

Almannaøkið

Almannaverkið hevur gjørt ein útgreinaða virkisætlan fyri, hvussu tilboðini kunnu lata uppaftur.

Almannaverkið varar av nøkrum av okkara allar veikastu borgarum. Tað er tískil týdningarmikið, at tænasturnar lata stigvíst upp havandi í huga minst møguligan smittuvanda og tilmælini frá myndugleikunum verða fylgd.”

 

Ítróttur

Ítróttakappingar kunnu byrja aftur leygardagin 9. mai undir skipaðum umstøðum.

Mælt verður til, at bæði vetrarítróttur, ið er innandura, og summarítróttur, ið er uttandura, verða í fyrstu atløgu spæld uttan áskoðarar

 

Starvsfólk hjá tí almenna

Tað almenna skal virka so ótarnað sum tilber. Tað inniber, at tænasturnar til borgarar og fyritøkur skulu veitast sum vant. Samstundis skal hædd takast fyri tilmælunum um smittuforðing

Í tann mun tað ber til, skulu starvsfólk hjá tí almenna, sum kunnu arbeiða heima, framhaldandi gera tað.

 

Virksemið hjá tí privata

Partur av virkseminum hjá tí privata fer at økjast næstu tíðina, og tá er týdningarmikið, at almennu tilmælini framhaldandi verða fylgd.

 

Trúarlív

Mælt verður til, at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu

 

Skeinkistøð, dansistøð og matstovur

Mælt verður framvegis til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22.

 

Ferðing

Øll ferðing til, úr og í Føroyum verður framvegis avmarkað.

 

Nýggj coronaráðgeving

Ein nýggj coronaráðgeving við fleiri fakfólkum er sett á stovn. Coronaráðgevingin fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittubreiðslu.

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more