17. Sep

Hent at vita um koppingarevni

Koppseting – vaksinasjón – er helst tann mest vanliga fyribyrgjandi sjúkuviðgerðin, sum yvirhøvur er til. Til ber at lata seg koppseta fyri hópin av sjúkum og tískil sleppa undan at verða rakt ella í hvussu er ikki gerast álvarsliga sjúk.  

Síðan á grækarismessu í fjør hevur koppseting fyri koronu ella Covid-19 verið í brennideplinum, men okkum stendur eisini í boði at lata okkum koppseta fyri nógvar aðrar sjúkur.

Felags fyri allar koppsetingar er, at tær skulu verja ímóti smittandi sjúku, elvd av annaðhvørt virus ella bakterium. Og tó at fleiri ymiskar koppingartøknir við tíðini eru mentar, so virka tær allar eftir somu meginreglu, nevniliga at fáa okkara egnu immunskipan at gera andevni ímóti sjúkuni, sum koppsett verður fyri, og berja hana niður, áðrenn hon fær fótafesti.

Í filmsbrotinum er greitt frá hesi meginreglu, og hvussu koppingarevni virka.

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more