9. nov

Landsstýrið herðir ferðatilmælini

Landsstýrið tekur nú stig til at herða ferðatilmælini. Á tíðindafundi fyrrapartin gjørdi løgmaður greitt, at sama um koronustøðan í Føroyum er góð í løtuni, so er neyðugt at styrkja átøkini kring mørkini til Føroya, tí tað er júst har, at okkara høvuðssmittukelda er.

“Uttanlands sígga vit, at smittutilburðirnir veksa við miklari ferð. Fólk sleppa bara at savnast í heilt smáum bólkum. Nakrir landspartar og ávís øki verða miðvíst stongd niður. Sjúkrahúsini fyllast. Og onkrastaðni er útgongubann sett í verk”, vísti løgmaður millum annað á.

Landsstýrið mælir tí nú til, at eingin óneyðug ferðing verður gjørd til onnur lond. Eisini eiga øll, sum til koma til Føroya, at lata seg kanna tríggjar dagar undan fráferð.

Løgmaður vísti á tíðindafundinum á stóra týdningin, at fólk eru serliga ansin frá frá tí degi, tú kemur til Føroya, til kanningarúrslitið á sætta degi fyriliggur.

“Júst hugburðurin frá 1. til 6. dag er avgerandi. Seinastu tíðina eru upp til fleiri dømi um, at fólk eru negativ, tá ið tey verða kannað við komu, men so vísti tað seg, at tey eru positiv á sætta degi. Hetta er áminning til okkum øll um at ansa sera væl eftir til kanningina á sætta degi, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Tilmælini verða sett í gildið fríggjadagin 13.november

 

Onnur kunning

4. okt
Koppsetingin fyri COVID-19 heystið og veturin 2022-23
Væntast kann, at COVID-19 broytir seg til eina árstíðarbundna smittu, sum vit t.d. kenna a…
4. jul
Koronukoppset­ingar í summar
Í juli og august fara Norðoya Apotek, Eysturoyar Apotek og Tjaldurs Apotek at samstarva um…
15. mar
Koppsetingar­nar flyta
Koronukoppsetingarnar, sum hava verið í Tórshavn og á Tvøroyri, flyta nú á Tjaldurs Apotek…
Vís fleiri