Ferðing

Mælt verður føroyingum, sum búgva í Føroyum, men eru staddir uttanlands, at koma til Føroya so skjótt sum til ber. Eisini verður mælt øllum føroyingum frá óneyðugari ferðing.

Harafturat hava myndugleikarnir mælt til, at øll, sum nýliga eru komin til Føroyar, eiga at fara í sokallað heimauppihald í 14 dagar. Les meira um tað her.

Atlantic Airways hevur avmarkað flúgvingina millum Føroyar og Danmarkar og steðgað flúgvingini til Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh og París.

Flúgvingin til og úr Danmark er fyrst og fremst ætlað heilsustarvsfólkum, føroyingum, ið starvast uttanlands og teimum, sum røkja týðandi samfelagsligar uppgávur, eitt nú í sambandi við tilbúgving.

Bráðneyðugur sjúkraflutningur heldur fram sum vant.

Tey, sum hava spurningar viðvíkjandi heimferð til Føroya við Atlantic Airways, eiga at venda sær beinleiðis til flogfelagið á +298 34 10 00

Tey, sum hava spurningar viðvíkjandi heimferð til Føroya við SAS, eiga at venda sær beinleiðis til flogfelagið á +45 70 10 20 00.

Tað kann eisini vera hent hjá fólki, ið skulu ferðast til Føroya næstu dagarnar, at venda sær til sítt tryggingarfelag.

Tey, sum eru stødd uttanfyri Danmark, eiga fyrst at seta seg í samband við flogfelagið ella ferðaskrivstovuna, tey hava nýtt.

Ert tú føroyingur, sum býr í Føroyum, men ert uttanlands og hevur aðrar spurningar, ber til at ringja til Coronalinjuna á tlf. 30 40 40.

Tilmæli í sambandi við ferðing til Føroyar á páskum

Tilmæli merkir, at bara tey, sum hava fastan bústað í Føroyum, og tey, sum hava bráðneyðugan tørv at sleppa til Føroya, eiga at ferðast til Føroya á páskum.

Tilmæli merkir eisini, at mælt verður staðiliga frá, at fólk koma til Føroyar í páskaferiu.

Tey, sum ferðast til Føroya, eiga at fara í heimauppihald í 14 dagar. Tað inniber, at tú verður heima við hús, fær ikki fólk á vitjan og ikki fer av matriklinum. Tú skalt sjálv/ur syrgja fyri heimauppihaldinum. Lesið meira um tað her.

Fólk, sum arbeiða í Danmark, lesandi og onnur, sum hava fastan bústað í Danmark, verða í hesum høpi ikki roknaðir sum fastbúgvandi føroyingar. 

Eg havi fastan bústað í Føroyum, restin av familjuni býr uttanlands. Sleppa vit heim á páskum?

Epidemikommisjónin mælir til, at bara fastbúgvandi føroyingar ferðast til Føroya á páskum.

Tilmæli merkir, at bara tey, sum hava fastan bústað í Føroyum, og tey, sum hava bráðneyðugan tørv at sleppa til Føroya, eiga at ferðast til Føroya á páskum.

Fólk, sum arbeiða í Danmark, lesandi og onnur, sum hava fastan bústað í Danmark, verða í hesum høpi ikki roknaðir sum fastbúgvandi føroyingar. 

Mælt verður staðiliga frá at ferðast í styttri tíðarskeið (í feriu) til Føroyar.

Um familjan ætlar at flyta til Føroyar (í styttri ella longri tíðarskeið), eiga tit at fylgja tilmælinum hjá myndugleikunum, um at fara í heimauppihald í 14 dagar. Tað inniber m.a., at tit skulu verða heima við hús, ikki fáa fólk á vitjan og ikki fara av matriklinum. Tú skalt sjálv/ur syrgja fyri heimauppihaldinum. Les meira um tað her.

Eg eri føroyingur og búgvi uttanlands (uttanfyri ríkisfelagsskapin). Sleppi eg heim?

Danska stjórnin hevur hert eftirlitið við mørkini til grannalondini og á flogvøllum. Marknaeftirlit er eisini í Føroyum.

Danskir ríkisborgarar, undir hesum føroyingar, sleppa um markið til Danmarkar/Føroyar.

Allir føroyingar (og aðrir danskir ríkisborgarir) sleppa til Føroyar. Eisini føroyingar (og aðrir danskir ríkisborgarir) við bústaði uttanlands. Minst til at hava passið við á ferðini.

Ríkisborgarar úr øðrum londum við føstum bústaði og uppihaldsloyvi í Føroyum sleppa eisini til Føroyar. Tað er skilagott at hava skjalprógv fyri bústaði í Føroyum, serliga við ferðing inn í Danmark.

Hav tó í huga, at mælt verður til, at bara tey, sum hava fastan bústað í Føroyum, og tey, sum hava bráðneyðugan tørv at sleppa til Føroya, ferðast til Føroya á páskum.

Mælt verður tí staðiliga frá at ferðast í styttri tíðarskeið (í feriu) til Føroyar.

Øll, sum ferðast til Føroya, eiga at fara í heimauppihald í 14 dagar, og hesum skulu tey sjálvi syrgja fyri. Les meira um tað her.

Eg búgvi uttanlands og ætli mær heim. Eg skal transit í t.d. Danmark. Hvussu er við sóttarhaldi?

Tað kunnu verða reglur og tilmæli um sóttarhald í teimum londum, sum tú ferðast ígjøgnum.

Mælt verður øllum til at seta seg inn í reglur og tilmæli frá myndugleikunum í teimum londum, sum ferðast skal ígjøgnum.

Tá tú kemur til Føroya verður mælt til 14 daga heimauppihald (sóttarhald). Tú skalt sjálv/ur syrgja fyri heimauppihaldinum. Les meira um tað her.

Hav í huga, at mælt verður til, at bara tey, sum hava fastan bústað í Føroyum, og tey, sum hava bráðneyðugan tørv at sleppa til Føroya, ferðast til Føroya á páskum.

Mælt verður tí staðiliga frá at ferðast í styttri tíðarskeið (í feriu) til Føroyar.

 

Fastur í útlandinum/sleppur tú ikki heim

Ert tú fastur í einum landi, og kann ikki koma víðari, skalt tú fyrst og fremst royna at finna gisting, reint vatn og mat. Fylg altíð tilmælunum frá heilsumyndugleikunum í Føroyum, Danmark og landinum, har tú ert. Sí tilmæli her á síðuni  og www.coronasmitte.dk.

Kunning um ferðing finnur tú omanfyri, www.um.dk og á Udenrigsministeriet Borgerservice á facebook.

Fylg eisini við á heimasíðuni hjá donsku ambassaduni í landinum, har tú ert.

Danska uttanríkisráðið arbeiðir áhaldandi við at finna ferðamøguleikar hjá donskum ríkisborgarum. Føroyingar eru eisini danskir ríkisborgarar.

Hav samband við tína ferðaskrivstovu, títt flogfelag og tryggingarfelag og fylg við í ásetingum hjá lokalu myndugleikunum.  

Serliga hjálp

Tørvar tær serliga hjálp, set teg tá í samband við eina av niðanfyristandandi hjálparlinjum, samdøgursvaktina hjá danska uttanríkisráðnum ella borgaratænastuna hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Ert tú fastur í Asien, kanst tú seta teg í samband við danska uttanríkisráðið á +45 33 92 13 44 ella umvegis t-postin coronaasien@um.dk

Ert tú fastur í Suður- ella miðamerika kanst tú seta teg í samband við danska uttanríkisráðið á +45 33 92 13 45 ella umvegis t-postin coronasydamerika@um.dk.

Ert tú fastur í Afrika, kanst tú seta teg í samband við danska uttanríkisráðið á +45 33 92 09 96 eller umvegis t-postin coronaafrika@um.dk.

Samdøgurstelefonin hjá danska uttanríkisráðnum: +45 33 92 11 12 og t-postur bbb@um.dk.

Vakttelefonin hjá Borgaratænastuni í Uttanríkis- og mentamálaráðnum: +298 304020, og t-postur bt@ummr.fo.

Kann eg fara til Danmarkar?

Fólk eiga ikki at ferðast í onnur lond, uttan at tað er hægst neyðugt. Flogferðslan er skerd munandi. Atlantic Airways hevur avmarkað flúgvingina millum Føroyar og Danmarkar og steðgar flúgvingini til Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh og París. Harumframt hevur danska løgreglan sett innferðareftirlit í verk, og hetta hevur við sær, at ferðandi kunnu vænta at skula vísa samleikaprógv. Les meira um tað her

Eg eri uttanlands, sleppi eg heim til Føroya?

Mælt verður føroyingum, sum búgva í Føroyum, men eru staddir uttanlands, at koma til Føroya so skjótt sum til ber. Set teg í samband við flogfelagið. Gev gætur, at fólk, ið koma til Føroya úr útlandinum, mugu vísa størsta varsemi og fara í heimauppihald í 14 dagar.

Les meira um heimauppihald:

Vegleiðing frá landslæknanum verður latin øllum ferðafólkum, ið eru á veg til Føroyar.

Eg arbeiði í Norra, sleppi eg inn í Norra?

Norska stjórnin hevur boðað Landsstýrinum frá, at norðurlendskir ríkisborgarar, undir hesum føroyingar, sleppa inn í landið. Tað kunnu verða ásetingar um sóttarhald, sum eru galdandi. Set teg í samband við tín arbeiðsgevara.

Eg búgvi uttanlands, kann eg koma til Føroyar at vitja?

Mælt verður staðiliga frá at ferðast, uttan tað er hægst neyðugt. Flúgvingin til og úr Danmark er fyrst og fremst ætlað heilsustarvsfólkum, føroyingum, ið starvast uttanlands og teimum, sum røkja týðandi samfelagsligar uppgávur, eitt nú í sambandi við tilbúgving. Harumframt er flúgvingin til Bergen, Reykjavíkar, Edinburgh og París steðgað.

Tann 16. mars boðaði løgreglan frá, at innferðareftirlit er sett í verk. Tað merkir, at útlendsk ferðandi uttan heimild ikki sleppa at ferðast til Føroyar. Øll ferðandi kunnu vænta at verða biðin um at vísa samleikaprógv í samband við ferð til Føroyar. 

Heimild at ferðast til Føroyar verður ikki givin vitjandi, hvørs endamál eru familjuvitjanir, námsferðir, arbeiðsørindir og annað vanligt ferðafólkavirksemi.

Harumframt skulu øll, sum koma til landið, halda seg heima í 14 dagar. Les meira um tað her: 

Eg arbeiði uttanlands 14 dagar, og eri heima 14 dagar. Hvussu geri eg?

Øll, sum koma til Føroya úr øðrum londum, eiga at halda seg heima í 14 dagar. Hetta er eisini galdandi fyri tey, sum arbeiða 14 dagar í útlandinum og eru heima í 14 dagar.