Koronukanningar hjá Sjúkrahúsverkinum

GEV GÆTUR AT KORONUKANNINGARNAR Í HAVN NÚ AFTUR ERU Á EYSTARU BRYGGJU.

Til ber at bíleggja tíð til koronukanning niðast á síðuni. Tá ið tú bíleggur, velur tú fyrst kanningarstað og so eina tøka tíð í upplatingartíðini. Minst til at hava bíleggingarkvittanina við tær. Møtið stundisliga.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi koronukanningunum, ber til at ringja á 30 45 45. Telefonin svarar mánadag - fríggjadag kl. 14 - 16.

Kannað verður á hesum støðum

Á Eystaru bryggju í Tórshavn (Eystara bryggja 20)

Faktorsvegi í Klaksvík (Faktorsvegur 8)

Trongisvági við Skúlan (Smærugøta 11)

Læknamiðstøðini á Sandi

Nólsoy

Bílegg tíð til coronakanning