Coronalinjan
Corona í Føroyum
Føroysku myndugleikarnir hava á hesari síðuni savnað saman upplýsingar viðvíkjandi coronasmittuni/covid-19. Vanta upplýsingar, ella finnur tú ikki tað, sum tú leitar eftir, kanst tú seta teg í samband við coronalinjuna mánadag-hósdag kl. 10-15.
Koppseting í Føroyum
Seinast dagført 24. februar kl. 09:54
Koppseting fyri Covid-19

Her fært tú meira at vita um koppseting í Føroyum

Tað er ókeypis at koppseta seg, og tað stendur øllum frítt at taka av tilboðnum.

Fyrra prik
4190 tilsamans
7,9% av fólkatalinum
Seinna prik
2523 tilsamans
4,8% av fólkatalinum
Koppseting fyri Covid-19

Her fært tú meira at vita um koppseting í Føroyum

Tað er ókeypis at koppseta seg, og tað stendur øllum frítt at taka av tilboðnum.

Ferðandi til Føroyar
Tað hevur eydnast at avmarka COVID-19 í Føroyum, og tað skal halda fram. Fyri øll ferðandi til Føroya er týdningarmikið at halda hesar fyrivarnisreglur.
Tak niður
Koppseting fyri COVID-19
Koppingarevnið fyri COVID-19 verjir okkum ímóti at verða smittað og gerast sjúk av COVID-19.
Tak niður

Kunning

24. februar
Í gjár vórðu 451 fólk koppsett
Í gjár vórðu 451 fólk koppsett. Koppsett var á bústovnum í Suðuroynni og á Landssjúkrahúsinum. 18 fólk fingu fyrstu koppseting og 433 fingu seinnu kop…
Les meira
24. februar
Eingin tilburður staðfestur í gjár
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum 222 kanningar vórðu gjørdar, og allar eru liðugt grein…
Les meira
23. februar
576 fólk koppsett í gjár
Í gjár vórðu 576 fólk koppsett fyri koronu á Suðuroyar sjúkrahúsi, Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi. 572 fólk vórðu endurkoppse…
Les meira
Vís fleiri

Ofta settir spurningar

Kann eg vitja familju á sjúkrahúsinum?
Opið er aftur fyri vitjandi á sjúkrahúsinum. Fólk, sum hava verið uttanlands, skulu tó ikki koma á sjúkrahúsi fyrr enn tey hava fingið negativt svar uppá koronukanningina á sætta degi eftir komu til Føroya.
Havi eg covid-19?
Coronavirus kann hava við sær fepur, hosta og trupulleikar í andaleiðini. Sjúkueyðkennini kunnu vísa seg upp til 14 dagar eftir smittu. Lat teg kanna, um tú merkir nakað. Merkir tú tað minsta - ella hevur tú illgruna um smitta - verður heitt á teg um at lata teg kanna skjótast gjørligt.
Hvussu verji eg meg fyri corona-smittuni?
Vaska tær væl og ofta um hendurnar og nýt handspritt. Avmarka kropsligt samband, sum lógvatak, kinnkoss og klemm. Hosta ella njós í ermuna og ikki í hendurnar. Halt frástøðu í støðum, har nógv fólk eru savnað.
Vís spurningar og svar

Støðan í Føroyum

Seinast dagført 24. februar kl. 11:23
658
staðfest smittu
1
smittað í løtuni
656
frísk
3
í sóttarhaldi
230.174
kanningar
0
innløgd
1
deyð
*Allar kanningar frá 23. februar eru liðugt greinaðar
Vís fleiri
Tilmæli
Øll óneyðug ferðing til onnur lond verður frámæld.
Mælt verður til at fólk í størstan mun bara eru saman við teimum nærmastu og teimum, sum tey plaga at vera saman við.
Handilsvinnan eigur at tryggja, at spritt er tøkt, og reingerðin í handlinum er í lagi. Skelting eigur at veða sett upp fyri at hjálpa kundunum at bera seg rætt at. Starvsfólk eiga hava verndarútgerð, um neyðugt. Handlar kunnu lætta um við til dømis at hava munnbind tøk til viðskiftafólk. Og tað er ábyrgdin hjá handilsvinnuni at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin.
Mælt verður til at halda tveir metra frástøðu frá øðrum fólki í almenna rúminum og annars, har hetta ber til.
Tað er skilabest, at bert ein persónur úr húsarhaldinum stendur fyri innkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman. Best er eisini at fara til handils, tá ið fá fólk eru í handlunum. Um nógv fólk eru í handlinum, er best at bera munnbind.
Mælt verður til, at øll størri tiltøk so sum festivalar, ítróttastevnur og aðrar stórar veitslur fyribils verða útsettar ella avlýstar.
Mælt verður til, at í mesta 100 áskoðarar - undir skipaðum umstøðum - koma saman til innandura ítróttakappingar.
Mælt verður frá at savnast í óskipaðum bólkum við fleiri enn 20 fólkum.
Mælt verður frá, at skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar skipa fyri størri tiltøkum, har onnur enn tey, sum tey vanliga eru saman við, eru við. Hetta merkir, at tað ikki eigur at verða skipað fyri tiltøkum, har foreldur ella onnur avvarðandi eru við.
Tað eiga ikki at vera fleiri enn 20 fólk savnað til veitslulag
Ferðandi eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi.
Tað kunnu í mesta lagi savnast 100 fólk, men einans um til ber at halda tveir metra frástøðu millum fólk ella húski.
Øll ferðandi, sum koma til Føroya eiga at fara í heimauppihald til tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag. At vera í heimauppihaldi merkir, at tú eigur ikki at fara til arbeiðis. Tú eigur ikki at fáa vitjan í hesum tíðarskeiðinum. Tú eigur ikki at fara til handils ella ørindi, men tú kanst t.d. fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har tú ikki kemur nær at øðrum fólkum.
Ferðandi eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á 6. degi er negativ.