Yrkisútbúgvingar

Yrkisútbúgvingarnar á Tekniska skúla í Klaksvík og á Glasi hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020.

Frisørar o.a. skulu tó ikki møta í skúla enn.

Yrkisútbúgvingar

Skúlagongdin hjá næmingum á yrkisútbúgvingunum byrjar aftur 20. apríl. Hædd verður tikin fyri tilmælunum hjá heilsumyndugleikunum, og undirvísingin verður skipað sambært hesum.

Farið verður til próvtøku eftir hesum leisti:

     
Yrkisnám Almennar lærugreinar Yrkislærugreinar
Bil, El, Maskin, Smiðja, Timbur, Hárfríðkan og Matvøra

Skúlin skipar sjálvur fyri innanhýsis próvtøkum í lærugreinum á D-, E- og F-stigi

Skúlin skipar próvtøkurnar í samráð við Yrkisdepilin.

Støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið, handilsøkið og skrivstovuøkið (FHS)

Næmingarnir fara til eina próvtøku sambært raðfestingar-listanum. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal.

Næmingarnir fara til próvtøku í føstu verkætlanini.

Støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið, handilsøkið og skrivstovuøkið

Stakgreinalesandi (lærlingar)

Næmingarnir fara til eina próvtøku sambært raðfestingarlistanum. Í restina av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtal.

Skúlin skipar hendan partin í samráð við Yrkisdepilin.

Klædnaatstøðingur og tilvirkisatstøðingur Skúlin skipar saman við Próvstovuni fyri próvtøkunum. Skúlin skiparpróvtøkurnar í samráð við Yrkisdepilin.

 

Broytingarnar í próvtøkunum á miðnáms- og yrkisskúlunum líkjast teimum broytingunum, sum eru gjørdar í Danmark. Hetta hevur við sær, at einki verður broytt í mun til upptøku av føroyskum næmingum á donskum útbúgvingarstovnum.