Útlendsk arbeiðsmegi
Vinnuhúsið heitir á heimasíðu síni á arbeiðsgevarar um at átaka sær eina víðkaða skyldu at syrgja fyri, at útlendsk starvsfólk fáa greiða kunning um støðuna og almennu tilmælini fyri atburð í sambandi við coronavirus/COVID-19.
Eisini má arbeiðsgevarin tryggja sær, at útlendsku starvsfólkini skilja tilmælini, sum myndugleikarnir hava fráboðað.
Um so er, at starvsfólk av útlendskum uppruna mugu í sóttarhald, má arbeiðsgevarin tryggja, at hesi hava nøktandi liviumstøður.
Atgongdin til landið er nú avmarkað, men enn ber til at ferðast í arbeiðsørindum. Øll ferðandi skulu gjøgnum passeftirlit í Vága Floghavn og eisini í Kastrup. Arbeiðsfólk skulu veita prógv fyri, at tey hava arbeiðsørindi í Føroyum.
Heitt verður á útlendska arbeiðsmegi um at hava pass, arbeiðsloyvi og arbeiðskontrakt/setanarbræv til reiðar við passeftirlit, so tað verður lættari at koma gjøgnum marknaeftirlitið.
Les meira um hetta á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
Útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða og sóttarhald
Allir ikki-danskir ríkisborgarar skulu hava eitt viðurkenningarvert endamál (anerkendelsesværdigt formål) við ferðini til Føroyar. Danskir ríkisborgarar skulu ikki vísa á eitt slíkt endamál.
Harumframt verða øll, sum koma til Føroya, staðiliga biðin um at verða í heimauppihaldi (sóttarhaldi) í 14 dagar.Hetta er í útgangsstøðinum eisini galdandi fyri útlendingar - eisini danskarar.
Útlendingar, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, og sum einans eru her fyri at arbeiða, kunnu verða í heimauppihaldi (sóttarhaldi) á henda hátt:
- Útlendingarnir skulu einans verða á arbeiðsplássinum (t.e. ikki hava kontakt við fólk, sum búgva í Føroyum)
- Útlendingarnir skulu verða innandura, tá teir ikki eru til arbeiðis, og
- Arbeiðsgevarin skal tryggja, at arbeiðstakarin fylgir treytunum í nr. 1 og 2. Tað merkir, at arbeiðsgevarin skal syrgja fyri mati, transport og øðrum neyðsynjarvørum.
Ja. Útlendingar kunnu koyrast heim við útgjaldi frá ALS. Treytirnar eru, at viðkomandi:
- er í starvi hjá føroyskum arbeiðsgevara.
- hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár.
- hevur bústað í Føroyum.
Tað er einki krav um, at mann skal hava rindað inn til ALS frammanundan.
Útlendskur arbeiðstakari kann koma til Føroya at arbeiða, um viðkomandi hevur eitt týdningarmikið starv at røkja í landinum ella eina týdningarmikla arbeiðsuppgávu, sum skal loysast á einum arbeiðsplássi í Føroyum. Mett verður um hetta í hvørjum einstøkum føri.
Útlendingar, sum koma til landið, skulu fylgja tilmælunum frá heilsumyndugleikunum. Tilmælini finnast her.
Tað er umráðandi, at útlendsk starvsfólk verða kunnað um støðuna og tey tiltøk, sum myndugleikarnir hava sett í verk. Skilir starvsfólkið ikki føroyskt, eigur arbeiðsgevarin at syrgja fyri, at starvsfólkið fær neyðugu kunningina. Um so er, at starvsfólk av útlendskum uppruna mugu í sóttarhald, má arbeiðsgevarin tryggja, at hesi hava nøktandi liviumstøður.