Upp í ferð

Tann 8. apríl boðaði Landsstýrið frá, at stig skulu takast fyri at spakuliga og varisliga lata Føroyar upp aftur. 

 

Dagstovnaøkið

Dagstovnaøkið letur upp mánadagin 20. apríl 2020.

Komandi vika verður brúkt til at fyrireika, hvussu latast kann upp, og hvussu gerandisdagurin skal skipast.

Foreldur sum vilja hava børn síni heima, hava síni børn heima.

 

Forskúlar og fólkaskúlar

Forskúlar og 1. til 3. flokkur hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020.

Talan er um sjálvbodna – og ikki kravda – skúlagongd. Tað verður skipað undirvísing, men tað verður ikki møtiskylda, og sostatt kunnu foreldur, sum ynskja og hava møguleika til tað, hava børnini heima. 

Frítíðarskúlarnir lata eisini upp mánadagin 20. apríl 2020.

4. til 10. flokkur hava framhaldandi skúlagongd heima við hús. Hvørki 9. ella 10. flokkur skulu til endaligar próvtøkur í summar.

 

Miðnámsskúlar og hægri lesnaður

Endaflokkarnir á miðnámsskúlunum fara at hava nakað av undirvísing í skúlanum frá mánadegnum 20. apríl 2020.

Endaliga próvtøkan hjá endaflokkunnum á miðnámsskúlunum verður viðgjørd nærri og tillaga umstøðunum.

Hinir miðnámsflokkarnir fáa framhaldandi fjarundirvísing.

Yrkisútbúgvingarnar á Tekniska skúla í Klaksvík og á Glasi hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020.

Frisørar o.a. skulu tó ikki møta í skúla enn.

Fróðskaparsetur Føroya fer framhaldandi at skipa fjarundirvísing fyri teimum lesandi. Ætlanin er at gjøgnumføra allar próvtøkur í summar, so vítt tað verður møguligt.

 

Sjúkrahúsverk

Verandi tiltøk, ið eru sett í verk fyri at tálma smittuspjaðing, halda fram restina av aprílmánaða.

Fyri sjúklingar merkir tað, at ikki bráðfeingis viðgerðir og kanningar kunnu framhaldandi verða útsettar.

Deildirnar eru farnar at fyrireika, hvussu ferð so smátt kann setast aftur virksemið, so fleiri fólk fáa viðgerðir.

 

Almannaøkið

Almannaverkið hevur gjørt ein útgreinaða virkisætlan fyri, hvussu tilboðini kunnu lata uppaftur.

Almannaverkið varar av nøkrum av okkara allar veikastu borgarum. Tað er tískil týdningarmikið, at tænasturnar lata stigvíst upp havandi í huga minst møguligan smittuvanda og tilmælini frá myndugleikunum verða fylgd.”

 

Ítróttur

Ítróttakappingar kunnu byrja aftur leygardagin 9. mai undir skipaðum umstøðum.

Mælt verður til, at bæði vetrarítróttur, ið er innandura, og summarítróttur, ið er uttandura, verða í fyrstu atløgu spæld uttan áskoðarar.

 

Starvsfólk hjá tí almenna

Tað almenna skal virka so ótarnað sum tilber. Tað inniber, at tænasturnar til borgarar og fyritøkur skulu veitast sum vant. Samstundis skal hædd takast fyri tilmælunum um smittuforðing.

Í tann mun tað ber til, skulu starvsfólk hjá tí almenna, sum kunnu arbeiða heima, framhaldandi gera tað.

 

Virksemið hjá tí privata

Partur av virkseminum hjá tí privata fer at økjast næstu tíðina, og tá er týdningarmikið, at almennu tilmælini framhaldandi verða fylgd.

 

Trúarlív

Mælt verður til, at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu.

 

Skeinkistøð, dansistøð og matstovur

Mælt verður framvegis til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22.

 

Ferðing

Øll ferðing til, úr og í Føroyum verður framvegis avmarkað.

 

Nýggj coronaráðgeving

Ein nýggj coronaráðgeving við fleiri fakfólkum er sett á stovn. Coronaráðgevingin fer at ráðgeva almennum stovnum, fyritøkum, felagsskapum o.ø., hvussu arbeiðið kann skipast á bestan hátt í mun til smittubreiðslu.