Tilmæli

Dagført 9. apríl 2021

Hin 9. apríl 2021 mælir landsstýrið til:

  • At avmarka ferðingina út í heim, so leingi vaksinationstilgongdin ikki er liðug
  • At ferðandi eru serstakliga varin undan fráferð til Føroya.
  • At ferðandi, sum koma til Føroya, fara í heimauppihald, til tey hava fingið úrslitið av kanningini 4. dagin. At vera í heimauppihaldi merkir, at tú eigur ikki at fara til arbeiðis. Tú eigur ikki at fáa vitjan í hesum tíðarskeiðinum. Tú eigur ikki at fara til handils ella ørindi, men tú kanst t.d. fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har tú ikki kemur nær at øðrum fólkum.
  • Øll, ið eru liðugt vaksinerað, og tað eru átta dagar síðan seinna prikið, sleppa undan tilmælinum um 4 daga heimauppihald. Mælt verður kortini til at lata seg kanna á 4. degi.
  • Ferðandi, ið hava havt koronusmittuna, staðfest við einari PCR kanning, og tað eru 10 dagar farnir síðani positivu royndina, sleppa undan tilmælinum um 4 daga heimauppihald. Mælt verður kortini til at lata seg kanna á 4. degi.
  • At ferðandi undir ongum umstøðum vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á 4. degi er negativ.
  • At fólk halda 2 metra frástøðu frá øðrum fólki í almenna rúminum og annars, har hetta ber til. Tað er kortini nóg mikið við einum metri undir skipaðum umstøðum, sum eitt nú á matstovu, til sjónleik ella í biografi. 
  • At í mesta lagi 500 fólk savnast í skipaðum bólkum. Ein skipaður bólkur er ein bólkur, har tað lætt og ómakaleyst at uppspora smittu, um tað gerst neyðugt.

 

Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu. 
  • Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava. 
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.