Tilmæli
- Mælt verður til, at fólk halda hóskandi frástøðu (2 metrar), tá ferðast verður úti millum onnur fólk.
- Mælt verður til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri – tó í mesta lagi 10 fólk.
- Mælt verður staðiliga til, at fólk ikki ferðast í onnur lond, uttan at tað er hægst neyðugt.
- Fólk, ið koma til Føroya úr útlandinum, mugu vísa størsta varsemi og halda seg heima í soskallaðum heimauppihaldi. Les meira um tað her.
- Tað verða framhaldandi greiðar avmarkingar í mun til at vitja sjúkrahús og røktarheim. Nærri boð koma frá heilsumyndugleikunum og kommununum.
- Endaflokkarnir á miðnámsskúlunum fara at hava nakað av undirvísing í skúlanum frá mánadegnum 20. apríl 2020. Les meira um tað her.
- Yrkisútbúgvingarnar á Tekniska skúla í Klaksvík og á Glasi hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020.
- Forskúlar og 1. til 3. flokkur hava vanliga skúlagongd frá mánadegnum 20. apríl 2020. Les meira um tað her.
- Í tann mun tað ber til, skulu starvsfólk hjá tí almenna, sum kunnu arbeiða heima, framhaldandi gera tað.
- Mælt verður framhaldandi til, at øll skeinkistøð, dansistøð og matstovur lata aftur klokkan 22.
- Mælt verður til, at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu.
- Ítróttakappingar kunnu byrja aftur leygardagin 9. mai undir skipaðum umstøðum og uttan áskoðarar.
Leiðreglur fyri sosiala samveru
- Ver heima. Ver bara saman við øðrum, um tað er alneyðugt.
- Hugsa um at útseta føðingardagar, veitslur og onnur tiltøk, har tað savnast meira enn 10 fólk.
- Um tú noyðist at hitta onnur, skal tað vera saman við so fáum, sum gjørligt.
- Hittist heldur uttandura enn innandura.
- Minst til altíð at halda frástøðu (2 metrar).
- Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
- Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
- Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
- Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.