Sóttarhald

Landslæknin áleggur øllum, sum fáa staðfest covid-19, og sum hava verið í beinleiðis samband við persón, ið hevur covid-19, at fara í avbyrgt sóttarhald í 14 dagar. 

Harafturat hava myndugleikarnir mælt til, at øll, sum nýliga eru komin til Føroyar, eiga at fara í sokallað heimauppihald í 14 dagar.

Men hvat er avbyrging, sóttarhald og heimaupphald?

Avbyrging, sóttarhald og heimauppihald eru trý ymisk hugtøk, ið tú skal fyrihalda teg til, um

  • Tú hevur fingið staðfest coronavirus,
  • Tú hevur havt beinleiðis samband við persón, sum hevur coronavirus, ella
  • Tú hevur verið uttanlands og er nýliga komin aftur til Føroya

 

Avbyrging - tú hevur verið í sambandi við landslæknan og fingið staðfest coronavirus

Ert tú smittað/ur við coronavirus, so skal tú vera abyrgd/ur frá øðrum í minsta lagi 14 dagar, so onnur ikki verða smittað.

Tað vil siga, at:

  • Tú avbyrgir teg frá øðrum heima við hús.
  • Tú fert ikki til arbeiðis, ørindi ella av matriklunum, har tú ert avbyrgd/-ur.
  • Tú skalt ikki hava beinleiðis samband við onnur fólk – heldur ikki tey, tú býrt saman við.

Ber ikki til at avbyrgja teg heima við hús, kanst tú fara aðrastaðni, t.d. í summarhús e.l. Ber tað ikki til, kann Heilsumálaráðið hjálpa tær at finna eitt stað at vera, sum oftast í gistingarhús.

Læknin skal staðfesta, um tú er frísk/ur. Tá ið tú er frísk/ur, kanst tú aftur ferðast frítt í samfelagnum, og tú ert ikki í vanda fyri at fáa smittuna aftur. Tað vil siga, at tú skalt ikki í sóttarhald, um tú hevur havt samband við persón, ið er smittaður. 

 

Sóttarhald – tú hevur havt beinleiðis samband við persón, ið hevur coronavirus og hevur verið í samband við landslæknan

Hevur tú havt beinleiðis sambandi við ein, sum hevur fingið staðfest coronavirus, skalt tú í sóttarhald í 14 dagar. Tað vil siga, at tú skalt vera avbyrgd/ur frá øðrum, so onnur ikki verða smittað. Teir 14 dagarnar eru frá tí degi, tú seinast hevði samband við tann smittaða. 

Tað vil siga, at:

  • Tú avbyrgir teg frá øðrum heima við hús.
  • Tú fert ikki til arbeiðis, ørindi ella av matriklunum, har tú ert í sóttarhaldi.
  • Tú skalt ikki hava beinleiðis samband við onnur fólk – heldur ikki tey, tú býrt saman við.

Ber ikki til at avbyrgja teg heima við hús, kanst tú fara aðrastaðni, t.d. í summarhús e.l. Ber tað ikki til, kann Heilsumálaráðið hjálpa tær at finna eitt stað at vera, sum oftast í gistingarhús.

Tú skalt vera serliga varug/ur við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á, at tú hevur fingið coronavirus, t.e. fepur, ilt í hálsinum, vøddapínu, turran hosta o.a. Hevur tú sjúkueyðkenni, skal tú ringja til kommunulækna ella læknavaktina.

Vit mæla eisini til, at:

  • Tit gera reint, serliga á vesinum og í køkinum, og í rúmum, sum verða nógv brúkt í húsarhaldinum
  • Tit vaska handklæði, seingjarlín og undirklæðir við min. 80ºC.
  • Tit hugsa serliga um handreinføri

 

Heimauppihald – tú hevur verið uttanlands og ert nýliga komin aftur til Føroya

Hevur tú ferðast í øðrum londum, so verður staðiliga mælt til, at tú verður heima í 14 dagar.

Tað vil siga, at:

  • Tú ert heima við hús.
  • Tú fert ikki til arbeiðis.
  • Tú eigur ikki fáa vitjan undir sóttarhaldinum.
  • Tú eigur ikki at fara til handils, ørindi ella av matriklunum, har tú ert í heimauppihaldi.
  • Fólk, sum eru í vandabólki, skalt tú als ikki hava beinleiðis samband við.

Tú skalt eisini vera serliga varug/ur við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á, at tú hevur fingið coronavirus, t.e. fepur, ilt í hálsinum, vøddapínu, turran hosta o.a. Hevur tú sjúkueyðkenni, skalt tú ringja til kommunulækna ella læknavaktina.

Tú skalt tú sjálv/ur syrgja fyri heimauppihaldinum. 

Vit mæla eisini til, at:

  • Tit gera reint, serliga á vesinum og í køkinum, og í rúmum, sum verða nógv brúkt í húsarhaldinum
  • Tit vaska handklæði, seingjarlín og undirklæðir við min. 80ºC
  • Tit hugsa serliga um handreinføri

Sí fleiri spurningar og svar:

Nær og hvussu verið eg loyst/ur úr sóttarhaldi?

Um tú hevur fingið staðfest covid-19 og verið avbyrgd/-ur: 

  • Smittaður persónur verður loystur úr avbyrgdum sóttarhaldi, tá ið lækni hevur mett at viðkomandi er frískur aftur, tó í fyrsta lagi 14 dagar aftaná seinasta staðfesta smittu. Viðkomandi verður ringdur upp av lækna kvøldið fyri sóttarhaldið endar.

Um tú hevur verið í beinleiðis samband við smittaðan persón og hevur verið í sóttarhaldi:

  • Persónur í sóttarhaldi orsakað av at hava verið í samband við ein smittaðan persón, verður ringdur upp av lækna kvøldið fyri sóttarhaldið endar.

Um tú hevur verið uttanlands og hevur verið í heimauppihaldi:

  • Hesir persónar skipa sjálvi sóttarhaldið og kunnu fara úr sóttarhaldinum aftaná 14 dagar.
Kann eg fara út, um eg eri í sóttarhaldi (avbyrging, sóttarhald, heimauppihald)?

Øll, sum eru í sóttarhaldi, skulu halda seg heima á egnum matrikli, t.e.

Tey, sum eru sjúk (avbyrging),
Tey, sum hava havt beinleiðis samband við sjúk (sóttarhald), og
Tey, sum eru komin til Føroyar nýliga (heimauppihald).


Tað merkir, at tú ikki kanst fara út at ganga túr, renna ella til handils.

Eg eri ikki í heimauppihaldi ella sóttarhaldi, kann eg fara út at ganga og renna?

Ja, men minst bara til at halda hóskandi frástøðu og hav í huga, at coronasjúkan smittar skjótt og lætt.

Eg eri júst komin til landið, hvat nú?

Allir persónar, ið eru komnir til landið nýliga, verða mældir at fara í heimauppihald í 14 dagar.