Skúlar og ansing

Tann 8. apríl boðaði Landsstýrið frá, at stig skulu takast fyri at spakuliga og varisliga lata Føroyar upp aftur.

Tað merkir millum annað, at dagstovnar, forskúlar og skúlar opna aftur.

Fróðskaparsetur Føroya fer framhaldandi at skipa fjarundirvísing fyri teimum lesandi. Ætlanin er at gjøgnumføra allar próvtøkur í summar, so vítt tað verður møguligt.

Les meira um ætlanirnar at opna dagstovnaøkið her.

Her kanst tú lesa meira um ætlanirnar at opna forskúlar og skúlar.

Her kanst tú lesa meira um, hvussu miðnám og hvussu yrkisútbúgvingar verða skipaðar eitt nú, hvussu tað verður við próvtøkum.