Skipan av arbeiðinum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur sett saman vegleiðing í samband við skipan av arbeiðinum.

  • Gerið váðametingar av smittuvandum, ið eru knýttir at arbeiðsuppgávunum, og gerið munagóð fyribyrgjandi tiltøk - t.d. við at nýta handskar, at spritta ella spjaðing av viðskiftafólki.
  • Gerið greitt, um ávís starvsfólk eru í serligum vandabólkum, og tak serligt atlit til hesi - t.d. starvsfólk, sum hava niðursett mótstøðuføri.
  • Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar) millum starvsfólkini, tí covid-19 smittar lætt og skjótt.
  • Mælt verður til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri - í mesta lagi 10 fólk.
  • Být starvsfólk sundur í smærri vaktir, sum ikki arbeiða samstundis.
  • Lat ikki vaktirnar møtast í hurðini.
  • Vaska/spritta millum hvørja vakt - sí leiðbeining um reinføri á arbeiðsplássinum omanfyri.
  • Tilmæli um í mesta lagi 10 fólk eigur helst at vera fylgt.
  • Er ikki møguligt at fylgja tilmælinum um, at í mesta lagi 10 fólk eru saman í senn (t.d. á flakavirkjum), er serliga umráðandi at hava serlig fyrilit og fyrivarni - m.a. økja enn meira um reingerð av felagsøkjum, og at tryggja at fólk einans savnast í smærri bólkum.
  • Starvsfólk hava altíð eina skyldu til at virða og fylgja fyribyrgjandi átøkum, sum ein arbeiðsgevari setur í verk.

Sí plakat frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum her.