Kunning til og um sjófólk

Niðanfyri er savnað saman kunning í samband við tær mannangongdir, leiðbeingingar og tilmæli, sum eru viðkomandi fyri reiðarí og sjófólk. Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum

Leiðbeining til føroysk sjófólk, sum mynstra á og av í útlandinum

Siglir tú við skipi, skal tú venda tær til arbeiðsgevara tín fyri at umrøða ítøkiliga, um tað loysir seg betur at verða verandi umborð ella at mynstra av.  

Tá ið loysnir verða umrøddar, hevur tað týdning, at bæði tú og arbeiðsgevarin seta tykkum gjølla inn í heilsufrøðiligu tilmælini í Føroyum og viðkomandi londum, har siglt verður. Eisini hevur tað týdning, at tit fylgja við broyttu ferðamøguleikunum til og frá viðkomandi londum.

Verður tað sera trupult at ferðast til skipið ella at ferðast heim frá skipinum, og verður tú fastur í einum landi, skal tú í fyrsta umfari seta teg í samband við arbeiðsgevara tín og viðkomandi ferðaskrivstovu fyri at kanna allar ferðamøguleikar.

Eydnast tað ikki at finna eina leið heim, ber til at at ringja til vakttelefonina hjá Borgaratænastuni í Uttanríkis- og mentamálaráðnum á tel. (+298) 304020, og at skriva t-post til bt@ummr.fo.

Borgerservice í danska uttanríkisráðnum hevur eina samdøgurstelefon á (+45) 33 92 11 12, sum kann taka sær av bráðstøðum. Teirra t-postur er bbb@um.dk.
 

Útlendsk sjófólk, skip og ferðafólk í føroyskum havnum

Løgreglan boðaði tann 16. mars frá, at fyribils innferðareftirlit er í sett í verk. Tað merkir, at útlendsk ferðandi uttan heimild ikki sleppa at ferðast til Føroyar. Hetta er eisini galdandi fyri ferðing til Danmark, sum eisini hevur sett innferðareftirlit í verk. Hetta ávirkar eitt nú mynstringina hjá bæði føroyskum sjófólkum, sum fara av landinum at mynstra, men eisini ávirkar hetta mannagongdina hjá útlendskum sjófólkum, sum koma til Føroya at mynstra. 

Fyri at koma gjøgnum marknaeftirlitið skal tann ferðandi hava eitt viðurkenningarvert endamál við ferðini. Tað merkir t.d.:

  • Sjófólk skal á- ella avmynstra í Føroyum, Danmark ella Grønlandi, og
  • Tá manningarskifti fer fram í Føroyum, Danmark ella Grønlandi

Krevst visum fyri at koma til Føroyar, skal viðkomandi hava eitt, sum ítøkiliga loyvir ferðing til Føroyar. Harumframt skal viðkomandi hava skjalprógv fyri, at viðkomandi skal mynstra umborð á einum føroyskum skipi t.d. avrit av starvsavtaluni el.líkn.

Útlendsk sjófólk hava ikki loyvi til at fara út um sjálvt havnaøkið. Verður hetta ikki yvirhildið kann viðkomandi verður avvístur ella útvístur og fáa 1 ára innferðarforboð.

Útlendsk ferðafólk hava ikki loyvi til at koma í land.

 

Praktisk viðurskifti í sambandi við manningarskifti

  • Føroyski agenturin ella reiðaríið boðar flogvøllinum og løgregluni frá, at manningarskifti verður (hetta er óbroytt).
  • Løgreglan ger marknaeftirlit.
  • Flogfarið kann ikki fara avstað, fyrr enn markanaeftirlitið er endað, tí um onkur er sjúkur, skal viðkomandi avstað aftur við sama flogfari (hetta er galdandi, sum er, men er strammað upp í s.v. Corona).
  • Manningin skal flytast beinleiðis til skipið, uttan at steðgað verður á (hetta er óbroytt). Agenturin skipar fyri flutningi.
  • Manningin, sum fer avstað, skal flytast á sama hátt (hetta er óbroytt).

 

Mannagongdir í sambandi við mynstring í Føroyum (føroysk og útlendsk sjófólk)

Manning, sum mynstrar av í Føroyum:

  • Manning, sum ikki hevur havt samband við persónar uttan fyri skipið, sum mynstrar av í Føroyum aftan á minst 14 dagar umborð og ikki hava sjúkueyðkenni, verður mett sum frísk og nýtist ikki at fara í sóttarhald.
  • Hevur manning, sum ikki hevur havt samband við persónar uttan fyri skipið, verið umborð styttri enn 14 dagar, og eingin umborð er sjúkur ella hevur sjúkueyðkenni, kann manningin fara heim aftaná loknan túr. Mælt verður til at vísa varsemi, meðan viðkomandi er heima, og at fylgja almennu tilmælunum um reinføri, at halda frástøðu, at vera millum so fá fólk sum gjørligt o.s.fr. Tosa við tín arbeiðsgevara um, hvussu tit framhaldandi kunnu skipa arbeiðið innanfyri tilmælini hjá myndugleikunum.
  • Umboðsfólk/reiðarí skulu syrgja fyri at finna eitt stað, har manning, sum ikki hevur heimstað í Føroyum, kann fara í sóttarhald, um neyðugt.
  • Umboðsfólk/reiðarí skulu hava fastar mannagongdir fyri, hvussu tey fáa útlendska manning trygt av landinum.

Manning, sum skal mynstra í Føroyum:

  • Umboðsfólk/reiðarí skulu seta í verk góðar mannagongdir fyri at fáa neyðuga manning trygt til Føroya. Tað krevst planlegging og góðar vandamálsgreiningar frá reiðarínum, so at manning kann fáast umborð uttan at økja um smittuvanda.

Skip í heimasigling:

  • Manning sum hevur sjúkueyðkenni, ella har illgruni er um smittu, skal fylgja vanligu sóttarhalds- ella avbyrgingarmannagongdunum, sum føroysku myndugleikarnir hava ásett.

 

Sjúka ella vanlukkutilburður umborð á skipi

Eru sjúkueyðkenni uppá krím og mistanki er um korona, tá skulu serligu mannagongdirnar hjá heilsumyndugleikunum fylgjast:

  • Sum tað fyrsta eigur viðkomandi at verða avbyrgdur umborð í sínari kahútt og fáa matin bornan.
  • Manningin skal gera sær serligan ómak við at halda frástøðu frá hvørjum øðrum og ansa eftir reinførinum.
  • Føroyski agenturin ella reiðaríið seta seg í samband við Landslæknan (tlf. 660400), sum tekur støðu til, og setur í verk møguligar kanningar og sóttarhald.
  • Er vanlukkutilburður ella sjúka, sum ikki er corona, umborð verða vanligar mannagongdir fylgdar.
  • Vanligu mannagongdirnar eru at finna her.
Hvørji skjøl skulu útlendsk sjófólk hava hjá sær í sambandi við marknaeftirlitið?

Krevst visum fyri at koma til Føroyar skal viðkomandi hava eitt, sum ítøkiliga loyvir ferðing til Føroyar. Harumframt, skal viðkomandi hava eitt skjalprógv fyri, at viðkomandi skal mynstra umborð á einum føroyskum skipi t.d. avrit av starvsavtaluni el.líkn.

Hvat hendir, um tekin eru um sjúku, tá útlendsk sjófólk fara gjøgnum marknaeftirlitið?

Løgreglan kann taka avgerð um at avvísa ferðandi við markið, um sjúkutekin eru (hosti, tekin um fepur el.lík.). Hetta er galdandi fyri:

  • útlending, sum ikki hevur uppihaldsloyvi í Føroyum,
  • norðurlendskan statsborgara, sum ikki hevur fastan bústað í Føroyum.

Kemur viðkomandi frá einum landi uttanfyri Schengen, skal skiparin, agentur ella reiðarí syrgja fyri, at viðkomandi uttan kostnað fyri statin/landið beinanvegin fer av landinum aftur.

Sjófólk, sum skal mynstra, ivast um hon/hann hevur corona ella eigur at vera í sóttarhaldi, hvat nú?

Mælt verður til at ringja til kommunulækna ella læknavaktina (1870).