Oyggjaleiðir
Til og við 8. mai er tilkallingarskipan galdandi á leið 58 (Ritan), 61 (Spógvin) og 66 (Sildberin), og silgt verður eftir skerdari ferðaætlan. Ferðafólk skulu upplýsa navn og telefonnummar, og ferðafólk skulu seta seg á ávíst nummarrað umborð fyri at halda frástøðu, og hervið minka um smittuvandan í sambandi við Covid-19.
Leið 58 hevur telefonnummar 293118, leið 61 hevur telefonnummar 293049, og leið 66 hevur telefonnummar 293117. Bíleggjast skal í seinasta lagi kl. 19 kvøldið fyri.
Ferðafólkatølini á leið 58 (Rituni) verða harafturat eisini lækkað úr 35 niður á 16, og á leið 61 (Spógvin) og 66 (Sildberin) halda ferðafólkatølini áfram at verða skerd niður í ávikavist 4 og 10.
Fastbúgvandi hava framíhjárætt til plássini umborð, men skulu eins og onnur bíleggja pláss frammanundan.
Smyril siglir eftir vanligari ferðaætlan, og tann 27. apríl hækkar ferðafólkatalið til 200 fólk. Harumframt er kioskin aftur opin.
Tað verður – enn sum áður - rátt til at ferðast minst møguligt við almennari samferðslu, og bara um tað er alneyðugt.
Les meira um broytingarnar á ferðaætlaninum hjá Rituni, Spógvanum og Sildberanum á heimasíðuni hjá Strandferðsluni. Her finnur tú eisini tilkallingarnummar hjá ymsu leiðunum.
Bygdaleiðir
Frá 1. mai fara Bygdaleiðir at koyra við nýggjum og umhvørvisvinarligum bussum á øllum leiðum við skerdari ferðaætlan, billettering og tilkallingarskipan.
Fyri at sleppa við bussunum í tíðarskeiðinum 1. mai til og við 8. mai, verður neyðugt at hava ella skaffa sær eitt SSL-kort, sí meira um SSL-kort her. Hendan skipanin verður sett í verk fyri at minka um Corona smittuvandan.
Tað verður bara tikið ímóti SSL-kortum, t.d. mánaðarkortum ella virðiskortum. Tað vil siga, at tað ikki verður møguligt at gjalda við peningi ella gjaldskortum í bussunum í nevnda tíðarskeiði. Hevur ein ferðandi ikki eitt SSL-kort, sleppur hesin ikki við bussunum hjá Bygdaleiðum.
Í samsvar við tilmæli frá heilsumyndugleikunum sleppa 9 ferðandi við stóru bussunum, 5 ferðandi við miðalstóru bussunum og 3 ferðandi við lítlu bussunum. Mannagongdir til ferðing við Bygdaleiðum eru góðtiknar av Landslæknanum, sí “Vegleiðing til ferðandi í samband við skerda busskoyring við Bygdaleiðum”.
Tilkallingarskipanin merkir, at ferðadi á Bygdaleiðum skulu boða frá ferðing við navni og telefonummar í seinasta lagi klokkan 19.00 dagin fyri fráferð á ynsktu bygdaleiðini. Til hesa skipan er fylgjandi tilkallingarmannagongd gjørd til tey ferðandi:
- Fyri at ferðast, skal upplýsast navn, telefonnummar, leiðnummar, frá og til, umframt klokkan nær ferðast ynskist
- Um so er, at ein ferðandi, ið ferðast við Bygdaleiðum, fær staðfest Covid-19-smittu, hevur SSL møguleika fyri skjótt at greina ferðingina hjá tí ferðandi, umframt at hetta ger tað møguligt at seta seg í samband við onnur ferðandi, ið vóru við sama bussi
- Bussførarar fylgja mannagongdum, sum landslæknin hevur góðtikið. Ferðandi verða biðin at minka um smittuvanda við at fylgja øllum tilmælum frá almennum myndugleikunum.
Tað verður – enn sum áður - rátt til at ferðast minst møguligt við almennari samferðslu, og bara um tað er alneyðugt.
Sí skerdu ferðaætlanina hjá bygdaleiðum og finn tilkallingartelefonnummar niðast á hesi síðuni á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.
Áheitan frá Strandfaraskip Landsins
- Ferðast ikki við Bygdaleiðum, um tú ert sjúk/ur ella hevur illgruna um sjúku.
- Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á Coronavirus, t.d. hosta og fepur, og verð heima, um tú merkir tær okkurt.
- Ferðast bara, um tað er alneyðugt. Um møguligt umhugsa t.d. at flyta allar avtalur, møta fyrr/seinni til arbeiðis ella keyp inn til fleiri dagar. Vís serligt umhugsni, um tú ert komin til Føroyar 12. mars ella seinni og skal í heimauppihald. Les meira um heimauppihald her.
- Vís umhugsni mótvegis bussførara og øðrum ferðandi. Minka um smittuvanda við at fylgja øllum tilmælum frá almennu myndugleikunum.
- Fyribils er ongin ferðaseðla-avgreiðsla. Ferðandi skulu brúka hurðina í aftara enda á bussinum og fylgja talmerkingum á setrinum. Skalt tú hosta ella njósa, ger tað í ermuna ella eitt einnýtis lummaturriklæði – ikki í hendurnar. Verð serliga varug/ur við ikki at hosta ella njósa tætt uppá onnur fólk. Nert minst møguligt við bussin innan. Umráðandi er at virða øll skelti og vegleiðingar frá bussførara. Ferðandi skulu halda 2 metrar frástøðu frá øðrum ferðandi og 3 metrar frástøðu frá bussførara.
- Minst til gott hondreinføri. Sóttreinsa hendur, áðrenn farið verður í bussin. Gott og neyvt hondreinføri er týðandi smittuverja.
- Gakk ella súkkla. Um møguligt, umhugsa at ganga ella súkkla á stuttum túrum.