Reinføri á arbeiðsplássinum

Gott reinføri er týdningmikið, og hetta er eisini galdandi á arbeiðsplássinum.

Byrja arbeiðsdagin við at vaska tær væl og ofta um hendurnar. Halt fyri munn og nøs, tá hostað ella njóst verður, og hosta ella njós í ermuna heldur enn í hondina. Jú oftari, tú vaskar tær um hendurnar, jú betri. Hetta er eisini galdandi fyri yvirflaturnar - jú oftari hesar verða vaskaðar, jú betri. 

Um lummaturriklæði, eingangs ella ikki, verða nýtt, eiga fólk at beina tey burtur forsvarliga og síðani aftur at vaska sær væl um hendurnar.

Minst eisini til at spritta og/ella vaska telefon, knappaborð, teldu, skriviborð og aðrar yvirflatur fyri at minka um smittuvandan.

Hesi almennu tilmælini eiga altíð at verða fylgd á øllum arbeiðsplássum:

  • Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar), tí coronavirus smittar skjótt og lætt.
  • Být starvsfólk sundur í smærri vaktir, sum ikki arbeiða samstundis.
  • Lat ikki vaktirnar møtast í hurðini.
  • Vaska/spritta millum hvørja vakt.
  • Minst til handreinføri – vaska tær væl um hendurnar og spritta aftaná.
  • Starvsfólk skulu vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og skulu vera heima um tey merkja sær okkurt.

Harumframt hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt vegleiðing í samband við reinføri á arbeiðsplássinum.

  • Byrja dagin við reinføri. Vaska tínar hendur ella nýt hondspritt, tá tú kemur til arbeiðis. Hondspritt skal innihalda í minsta lagi 70% alkohol.
  • Verð við til at gera tað lætt at halda arbeiðsplássið reint. Hetta kann millum annað gerast við at hava skriviborðið ruddiligt, tá tú fert frá arbeiðsplássinum.
  • Tað, sum øll nerta við á arbeiðsplássinum, má haldast reint. Hetta veri seg hurðahandtak, ljóskontaktir, vaskikranar, kaffimaskinur og prentarar. Hetta er eisini galdandi fyri útgerð, sum verður nýtt av fleiri starvsfólkum t.d. høvuðsett og knappaborð.
  • Har tað er møguligt, verður viðmælt at vaska oftari enn vanligt og at raðfesta reingerð av yvirflatum.
  • Minst til telefonina. Verður ein telefon nýtt av fleiri starvsfólkum, verður viðmælt annaðhvørt at spritta telefonina ella at taka eftir telefonini við einum vaskiklúti.
  • Vaska tína arbeiðsstøð við spritti, vaskiklúti ella vanligum vaskievnum eftir loknan arbeiðsdag. 

Tilmælini eru eisini skrivað á eina kunningarplakat, sum kann prentast út og hangast upp á arbeiðsplássinum. Plakatina finnur tú her.

Leiðbeining í samband við kaffisteðgir, uppihald í kantinum og annað

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur sett saman vegleiðing í samband við kaffisteðgir, uppihald í kantinum, køkum og onnur støð, har fólk mangan savnast á arbeiðsplássum

  • Mælt verður til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri - í mesta lagi 10 fólk.
  • Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar) millum starvsfólkini, tí coronasjúkan smittar skjótt og lætt.
  • Minst til handreinføri: vaska tær ofta og væl um hendurnar. Hav hondspritt tøkt, soleiðis at starvsfólk kunnu spritta hendurnar áðrenn og aftaná tey fara í kaffistovur, kantinur og onnur felagsøkir.
  • Mælt verður frá at hava sjálvtøkuborð ella líknandi. Um tað er møguligt, lat so starvsfólkini í kantinuni handfara og flýggja út matin. Skift borðbúnaðin ofta - t.d. 10 hvønn minutt.
  • Vaska kaffistovur, kantinur og felagsøkir dagliga - serliga yvirflatur, ið kunnu viðvirkar til smittubreiðslu - t.d. borð, stólar, hurðar og trappugelendari - sí leiðbeining um reinføri á arbeiðsplássinum.
  • Skipa so fyri, at fólk sleppa undan at trýsta á somu støð, tá tey fáa sær kaffi ella vatn. Hesi felags kontaktstøð kunnu gerast smittuspjaðarar.
  • Starvsfólk hava altíð eina skyldu til at virða og fylgja fyribyrgjandi átøkum, sum ein arbeiðsgevari setur í verk.

Fyri at gera tað lættari at minnast hesi ráðini, hevur Arbeiðs- og brunaeftirlitið gjørt eina kunningarplakat, ið kann prentast út og heingjast upp á arbeiðsplássum. Kunningarplakatina finnur tú her. Sí plakat frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum her.

Hvussu gera vit á arbeiðsplássinum?

Hesi almennu tilmæli eiga at verða fylgd:

  • Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar), tí coronavirus smittar skjótt og lætt.
  • Být starvsfólk sundur í smærri vaktir, sum ikki arbeiða samstundis.
  • Lat ikki vaktirnar møtast í hurðini.
  • Vaska/spritta millum hvørja vakt.
  • Minst til handreinføri – vaska tær væl um hendurnar og spritta aftaná.
  • Starvsfólk skulu vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og skulu vera heima um tey merkja sær okkurt.
Vit eru meira enn 10 fólk á mínum arbeiðsplássi, hvørji eru tilmælini í hesum føri?

Tilmæli um í mesta lagi 10 fólk eigur helst at verða fylgt. Er ikki møguligt at fylgja tilmælinum um, at í mesta lagi 10 fólk eru saman í senn (t.d. á flakavirkjum), er serliga umráðandi at hava serlig fyrilit og fyrivarni.

So vítt møguligt verður mælt til:

  • Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar), tí coronavirus smittar skjótt og lætt.
  • Být starvsfólk sundur í smærri vaktir, sum ikki arbeiða samstundis.
  • Lat ikki vaktirnar møtast í hurðini
  • Vaska/spritta millum hvørja vakt
  • Minst til handreinføri – vaska tær væl um hendurnar og spritta aftaná
  • Starvsfólk skulu vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og skulu vera heima um tey merkja sær okkurt.