Reinføri og ráð

Dagført 14. mai 2020

Nýggj coronasmitta breiðir seg oftast, har nógv fólk savnast. Sjúkan smittar millum annað við lógvataki og smáum dropum frá hosta og njósi. Ansa eftir tær sjálvum og øðrum við at fylgja hesum ráðum.

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu. 
  • Hosta ella njós í ermuna – ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu. Hetta er millum annað serliga galdandi við vitjanum á ellis- og røktarheimum, sjúkrahúsum ella hjá fólki í vandabólki.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava. 
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.