Ofta settir spurningar

Vit hava á hesari síðuni savnað ofta settir spurningarnar. Vanta upplýsingar, ella finnur tú ikki tað, sum tú leitar eftir, kanst tú seta teg í samband við coronalinjuna tlf. 30 40 40

Sí eisini ofta settir spurningar undir Koppseting

Ferðing

Hvørjar eru leiðreglurnar fyri ferðandi?

Øll óneyðug ferðing til og úr Føroyum verður frámælt í løtuni. Heitt verður eisini á øll, sum koma til Føroya úr útlandinum, um at lata seg kanna tríggjar dagar fyri fráferð.

Øll ferðandi, sum koma til landið, skulu kannast. Hetta er eisini galdandi fyri allar føroyingar, búsitandi í Føroyum, ið hava verið uttanlands. Eisini skulu ferðandi lata seg kanna aftur fýra dagar eftir komu.  

Tú eigur at fara í heimauppihald frí tí degi, tú kemur til Føroya og til kanningarúrslitið frá fjórða degi er tøkt.

Tað vil siga, at:

· Tú ert heima við hús, men minst til at halda frástøðu á 2 metrar og hava gott reinføri, tá ið tú ert saman við familjuni/húsfólkinum

· Tú fært ikki vitjan.

· Tú kanst fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru. Halt teg frá øðrum.

Heldur tú øll tilmælini, so kunnu familja/húsfólk virka sum vanligt í samfelagnum.

Tey, ið eru liðugt koppsett, og tað eru átta dagar síðan seinna prikið, sleppa undan tilmælinum um 4 daga heimauppihaldi.

Hvat um eg havi eina váttan fyri negativum kanningarúrsliti, noyðist eg at kannast?

Øll ferðandi, sum koma til landið, skulu kannast við komu til Føroya. Hetta er tó ikki galdandi fyri børn yngri enn 12 ár. 

Tí er ikki neyðugt við váttan av negativum kanningarúrsliti við fráferð. 

Ferðandi skulu fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið er tøkt. Vanliga er kanningarúrslitið sama kvøld og í seinast lagi dagin eftir á middegi. 

Hvussu lati eg meg kanna við komu til landið?

Kanningar verða gjørdar á flogvøllinum í Vágum eftir komu og við bryggju áðrenn fráferð.

Hvat kosta kanningar í samband við ferðing til Føroya?

Kanningin kostar 312 krónur. Tað eru flutningsfeløgini, ið hava fingið til uppgávu at krevja gjaldið inn.

Hvat um onkur umborð á flogfarinum verður staðfestur smittaður?

Ferðafólk fáa beinleiðis boð, um smitta verður staðfest. Ferðafólkið skal avbyrgjast eins og onnur, sum verða testað positiv. 

Landslæknin áleggur framvegis øllum, sum fáa staðfest covid-19, og eisini teimum, ið hava verið í beinleiðis samband við persón, ið hevur COVID-19, at fara í avbyrgt sóttarhald í annaðhvørt 10 - ella 14 dagar. 

Tá eitt positivt úrslit verður staðfest, boðar kanningarstovan Landslæknanum frá. Síðani hevur Landslæknin ábyrgdina av seta seg í samband við smittaða og tey fólk, sum mett verður, eisini skulu í sóttarhald. Landslæknin tekur sær av smittusporing. 

Tí er tað øgiliga týdningarmikið, at ferðandi fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið er tøkt. Vanliga er kanningarúrslitið tøkt sama kvøld og í seinasta lagi á middegi dagin eftir. 

Tað ber ikki til at ferðast, meðan man er sjúkur. 

Hvussu leingi tekur tað at fáa kanningarúrslitið frá kanningunum á flogvøllinum?

Vanliga er kanningarúrslitið frá kanningum á flogvøllinum tøkt sama kvøld og í seinasta lagi á middegi dagin eftir kannigina. 

Hvussu skal eg fyrihalda meg, til eg fái kanningarúrslitið frá kanningini á flogvøllinum?

Tú eigur at fara beinleiðis í heimauppihald í tínum heimi ella á tínum ætlaða uppihaldsstaði, til kanningarúrslit frá kanningini við komu til Føroya er tøkt. Vanliga er úrslitið tøkt sama kvøld ella í seinasti lagi á middegi dagin eftir kanningina. 

Tú eigur at vísa serligt varsemi á ferðini av flogvøllinum ella farstøðini til ætlanða uppihaldsstað títt.

Tað verður staðiliga mælt til, at tú eisini letur teg kanna 4. dagin eftir at tú ert komin. Er hetta ikki gjørligt, eigur tú at lata teg kanna 5. dagin. Hendan kanning er ókeypis á kanningarstøðunum hjá sjúkrahúsverkinum.

Eru somu reglur galdandi fyri herbúgvandi føroyingar og onnur ferðafólk?

Ja. Leiðreglurnar eru tær somu fyri øll ferðafólk. 

Øll ferðandi, sum koma til landið, eiga at lata seg kanna við komu til landið. Børn yngri enn 12 ár noyðast ikki at lata seg kanna.

Ferðandi eiga at fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslit er tøkt. Vanliga er úrslitið tøkt sama kvøld og í seinasta lagi á middegi dagin eftir. 

Í tíðarskeiðinum frá komu, til kanningarúrslitið frá fjórða degi er tøkt, eigur tú at vera í heimauppihaldi.

Nær skal eg kannast aðru ferð (fjórði dagur)?

Á fjórða degnum skalt tú lata teg kanna aftur. 

Kanningardagurin er dagur null. Ferðandi við flogfari verða kannað við komu til Føroya, tá er komudagurin dagur null. Ferðandi við Norrønu úr Danmark verða kannað við fráferð úr Danmark, og tá er fráferðardagurin dagur null.

Tú eigur at vera heilt serliga ansin frí tí degi, tú kemur til Føroya og til kanningarúrslitið frá fjórða degi er tøkt. Í stuttum ert tú saman við so fáum sum til ber, føðingardagar mugu bíða, og tú kemur ikki saman við øðrum í stórum fjøldum. Tú eigur heldur ikki at fara til arbeiðis uttan so, at tú kanst vera avskorin frá fólki. Um tú ikki kanst halda frástøðutilmælini á arbeiðsplássinum, arbeið so heimanífrá.

Hvar kann eg lata meg kanna fýra dagar eftir komu?

Ferðandi kunnu lata seg kanna ókeypis á kanningarstøðum hjá Sjúkrahúsverkinum. Kanningarstøðirnar eru settar upp kring landið. Kanningartíðirnar verða tillagaðar eftir tørvi. Sí kanningartíðir her

Ferðandi kunnu eisini lata seg kanna hjá privatu kanningarstovuni Thetis. Kanningar kosta 390 DKK. 

Í tíðarskeiðnum til kanningarúrslitið frá 4. degi er tøkt, eigur tú at vera serliga varin og halda almennu frástøðutilmælini á 1 til 2 metrar, kravið um reinføri, spritta hendur og ikki savnast í størri fjøldum.

Nær er kanningarúrslitið frá aðru kanning tøkt?

Vanliga er kanningarúrslitið tøkt dagin eftir kanningina. Um tú ikki ert uppringdur, tá øll kanningarúrslit frá tínum kanningardegi eru tøk, kanst tú vænta, at úrslitið er negativt. 

 

Hvat merkir tað at vera serliga varin?

Í tíðarskeiðnum til kanningarúrslitið frá 4. degi er tøkt, eigur tú at vera serliga varin. Tað merkir, at tú

  • heldur almennu frástøðutilmælini á 1 til 2 metrar,
  • heldur kravið um reinføri,
  • sprittar hendur, 
  • ikki savnast í størri fjøldum og 
  • heldur teg frá støðum, har tað er trupult at halda frástøðu.
     
Eg havi eitt barn, sum er undir 12 ár, skal tað kannast við komu til Føroya?

Hetta er eitt ókeypis tilboð, ikki eitt krav. Fleiri og fleiri børn bera smittuna, og tí vilja myndugleikarnir bjóða øllum børnum hetta tilboð ókeypis við komu til Føroya.

Kanningar

Hvar kann eg lata meg kanna?

Tú kanst lata teg kanna á kanningarstøðunum hjá sjúkrahúsverkinum, hetta er ókeypis og uttan ávísing frá lækna. Tó krevst bílegging. Les meira um tað her

Tú kanst eisini lata teg kanna hjá privatu kanningarstovuni Thetis móti einum gjaldi (390 kr. fyri hvørja kanning), eisini uttan ávísing frá lækna. Støkk-inn-kanningarstøðir eru settar upp í Tórshavn, Tvøroyri og Klaksvík. 

Krevst ávísing?

Tað krevst ikki ávísing, men tú skal bíleggja tíð, tað kanst tú gera her.

Hvat um eg ongan bil havi?

Serstøk bíðirøð verður skipað til teirra, sum eru til gongu í Tórshavn. Hesi sleppa ikki framum tey, sum eru í bili. 

Gev gætur, at bíðitíðin kann vera drúgv, so ver í heitum og góðum klæðum. Tak okkurt at eta og drekka við, og kanska eisini okkurt at stytta tær stundir við, sum til dømis eina bók. 

Fyri at minka um smittuvandan verður mælt til, at fólk koma til kanningarstøðina í bili. Hevur tú sjúkutekin og ert til gongu, verður staðiliga mælt til at brúka masku og halda frástøðu, soleiðis at onnur í bíðirøðini ikki verða smittað. 

Hvussu fái eg úrslitið?

Ringt verður til teirra, sum fáa staðfest smittuna. 

Til tíðir verða nógvar kanningar gjørdar, og tí kann trýstið verða sera stórt. Vís serligt varsemi, til tú hevur fingið svar uppá kanningarúrslitið. 

Tú fært svar uppá kanningarúrslitið við t-posti og sms.

Sóttarhald

Nær og hvussu verið eg loyst/ur úr sóttarhaldi?

Um tú hevur fingið staðfest covid-19 og verið avbyrgd/-ur: 

Læknin skal staðfesta, um tú er frísk/ur. Tá ið tú er frísk/ur, kanst tú aftur ferðast frítt í samfelagnum. 
Um tú hevur verið í beinleiðis samband við smittaðan persón og hevur verið í sóttarhaldi:

  • Hevur tú havt beinleiðis sambandi við ein, sum hevur fingið staðfest coronavirus, skalt tú í sóttarhald í 10 dagar.
  • Hevur tú havt beinleiðis sambandi við ein, sum hevur fingið staðfest bretska koronufrábrigdinum, skalt tú í sóttarhald í 14 dagar.
  • Hava myndugleikarnir heitt á teg um at fara í sóttarhald, verður mælt til, at tú eisini letur teg kanna á 6. degi. Ein negativ kanning á 6. degi loysir teg tó ikki úr sóttarhaldinum.
  • Hevur tú verið í beinleiðis sambandi við ein, sum hevur fingið staðfest bretska koronufrábrigdinum, skalt tú lata teg kanna aftur á 14. degi. Tú verður ikki loyst/ur úr sóttarhaldinum fyrr enn tú kanst vísa eina negativa roynd, ið er gjørd á 14.degi.
Kann eg fara út, um eg eri í sóttarhaldi (avbyrging, sóttarhald, heimauppihald)?

Tey, sum eru sjúk (avbyrging) mugu ikki fara av egnum matrikkuli. Tað merkir, at tú ikki kanst fara út at ganga túr, renna ella fara til handils. 

Tey, sum hava havt beinleiðis samband við ein smittaðan og tí eru í sóttarhaldi, kunnu fara ein biltúr og/ella ein gongutúr, har eingin onnur fólk eru. Tað er sera týdningarmikið, at hesi ikki koma í samband við onnur fólk.

Ert tú nýliga komin til Føroya og ert í heimauppihaldi, eigur tú eisini at halda teg heima, men tú kanst fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru.

Hvat er heimauppihald (familieophold)?

Heimauppihald er eitt slag av sóttarhaldi, sum er ætlað ferðandi til landið. 

Øll ferðandi, sum koma til landið, eiga at fara beinleiðis í heimauppihald. Tú skalt vera í heimauppihaldi, til kanningarúrslitið frá kanningini við komu er tøkt.

Tað merkir, at tú ikki fert til arbeiðis. Tú eigur ikki fáa vitjan undir sóttarhaldinum. Tú eigur ikki at fara til handils ella ørindi, men tú kanst fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru.

Hvussu skulu dagarnir í sóttarhaldi teljast?

Um tú hevur verið í samband við ein, sum er smittaður, skulu dagarnir teljast frá tí degi, at tú vart saman við viðkomandi.

Hetta skalt tú, sjálvt um tú mitt í tíðarskeiðinum verður testað/ur negativ/ur. Orsøkin er, at tað kunnu ganga upp til tvær vikur, til sjúkan brýtur út.

Hvat merkir beinleiðis samband við ein, sum hevur coronavirus?

Tá ein persónur hevur fingið staðfest coronavirus (er testaður positivur), setur Landslæknin seg í sambandi við viðkomandi, sum biður tann smittaða seta seg í samband við teir persónar, ið tann smittaði hevur havt beinleiðis samband við í upp til 48 tímar, áðrenn sjúkueyðkennini byrjaðu og til tann smittaði fór í sóttarhald.

Beinleiðis samband er:

  • Húski hjá smittaða ella
  • Ein persónur, sum tann smittaði hevur havt beinleiðis fysiskt samband við (tikið í hondina, klemma, mussa osfr.) ella
  • Ein persónur, sum tann smittaði hevur sitið í høli saman við í meira enn 15 minuttir og innanfyri 2 metra fjarstøðu ella
  • Ein persónur sum tann smittaði hevur staðið yvirfyri samstundis við, at tann smittaði hevur njóst ella hostað.
    Tað eru hesir persónarnir, sum hava havt beinleiðis samband við tann smittaða, sum skulu í sóttarhald.

Tann smittaði útfyllir eitt skema til Landslæknan, har teir persónar, sum viðkomandi hevur havt samband við, skulu skrivast á. Øll, sum hava havt beinleiðis samband, fáa ein teldupost frá Landslæknanum við kunning um sóttarhald og COVID-19.

Tann smittaði kann eisini gera vart við á skemanum, at tann, sum hevur havt beinleiðis samband, ynskir at verða uppringdir av starvsfólki hjá Landslæknanum.

Sjúka og eyðkenni

Hvat er coronavirus og COVID-19?

Coronavirus er eitt víðfevnt slag av virus, ið kann elva til milda krímsjúku, men eisini álvarsamar trupulleikar í andaleiðini. Aðrar coronasmittur, sum hava verið, eru SARS-CoV (Severe Acute Respiratory Syndrome), ið breyt út í 2003, og MERS-CoV (Middle East Respiratory Syndrome), sum breyt út í 2012.

COVID-19 er eisini ein coronavirus. Fyrstu tilburðirnir av COVID-19 vóru staðfestir í Wuhan í Hubei-landslutinum í Kina í desember 2019, og smittan breiddi seg skjótt til restina av heiminum. Tann 11. mars 2020 staðfesti heimsheilsustovnurin WHO virusið sum eina alheimsfarsótt, t.v.s. eina umfarssjúku í fleiri heimspørtum. Fyrsti tilburðurin í Føroyum var staðfestur sama dag, mikudagin 11. mars 2020.

WHO hevur givið nýggja coronavirusinum navnið COVID-19 (Corona Virus Disease 2019).

Hvørji sjúkueyðkenni eru, og hvussu álvarsom er sjúkan?

Tú fær sjúkueyðkenni millum tveir og 12 dagar eftir, at tú er smittað/ur. Tey flestu fáa sjúkueyðkenni eftir fimm til sjey døgum.

Vanliga minna sjúkueyðkennini um aðrar krímsjúkur. Tú kann fáa krím, ilt í hálsin, vøddapínu, turran hosta og fepur. Tað kann av somu orsøk vera torført at skyna mun á vanligari krímsjúku og COVID-19, og tú hevur vanliga ikki brúk fyri læknahjálp, tá ið sjúkan er á hesum støðinum.

Summi fáa hinvegin sterkari sjúkueyðkenni. Eftir fýra til sjey dagar verður hostin verri, fepurin verður hægri, og tú kanst vera tung/ur fyri ondini. Summi fáa so ringan lungnabruna, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús.

Tað er ymiskt, hvussu leingi tú hevur sjúkueyðkenni. Hjá teimum, sum fáa milda krímsjúku, hvørva sjúkueyðkennini vanliga eftir fýra til seks døgum, meðan onnur hava sjúkueyðkenni í longri tíð.

Í heimshøpi higartil hevur meginparturin av teimum smittaðu fingið milda krímisjúku, meðan lutvíst fá fólk eru vorðin so álvarsamt sjúk, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús.

Hvussu smittar COVID-19?

Virusið smittar millum persónar við dropum. Dropar breiða seg góðar tveir metrar í luftini, tá ið tú hostar ella nýsir, áðrenn teir fella til jarðar. Virusið verður sostatt verandi í luftini. Virusið smittar einans gjøgnum slímhinnuna, vanliga í nøsini, munninum og eygunum.

Tú verður smittað/ur, um tú stendur nær við ein persón, sum letur dropar, t.d. við at klemma teg, hosta ella njósa, og droparnir enda í slímhinnuni í nøsini, eygunum ella munninum. Tú kann eisini verða smittað/ur, um tú nertur við okkurt, har dropar eru á, og tú síðan nertur við nøsina, eyguni ella munnin.

 

Er Covid-19 ikki bara tað sama sum influensa?

At síggja til fáa tey flestu fólkini, sum eru ung og frísk, mild sjúkueyðkenni. Á tann hátt minnir COVID-19 um vanliga krímsjúku, men nakrir greiðir munir eru kortini á COVID-19 og vanligum krímsjúkum. Tað er eisini hetta, sum ger, at almennir myndugleikar handfara støðuna munandi øðrvísi.

Við øðrum krímsjúkum er ein partur av fólkunum vanliga mótstøðuførur, tí tey hava fingið koppingarevni ella eru smittað av líknandi krímsjúkum fyrr. COVID-19 er hinvegin ein nýggj virus, sum øll kunnu fáa, tí teirra immunskipan hevur ikki havt samband við líknandi virus fyrr. Tað inniber, at nógv kunun verða sjúk samstundis, og tað kann seta heilsuverkið undir sera stórt trýst.

Landslæknin mælir til, at øll, eisini ung og frísk fólk, fylgja almennu tilmælunum fyri at verja fólk við veikari heilstøðu.

Eri eg í vandabólkinum?

Tey, sum eru í serligum vanda fyri at verða smittað og at gerast alvorliga sjúk av COVID-19, eru:

  • Eldri, serstakliga eldri yvir 80 ár
  • Persónar við kroniskum sjúkum
  • Persónar við hjartaæðrasjúkum (ikki galdandi fyri væl viðgjørt høgt blóðtrýst)
  • Persónar við kroniskari lungnasjúku (ikki galdandi fyri væl viðgjørt astma (brósttrongd))
  • Persónar við lægri immunverju (viðføtt ella orsakað av heilivági ella sjúku, sum lækkar immunverjuna, t.d. AIDS)
  • Persónar við diabetes1 og 2
  • Persónar við krabbamein
  • Børn við kroniskum sjúkum
  • Barnakonur (fyri at verða varin)
     
Eg eri í vandabólki, skal eg ella mítt húski taka serlig atlit?

Ja. Ikki fara har, sum nógv fólk eru savnað. Halt serliga gott handreinføri. Umhugsa at brúka handskar, tá ið tú fert út. Fylg annars ráðunum um reinføri í sambandi við covid-19:

  • Vaska tær væl og ofta um hendurnar
  • Hosta ella njós í ermuna – ikki í hendurnar
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss
  • Halt eyga við reinføri bæði heima og til arbeiðis
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast
  • Kennir tú teg sjúka ella hevur sjúkueyðkenni, verð so heima, soleiðis at tú ikki smittar nakran

Sjófólk, skip og ferðafólk

Hvørji skjøl skulu útlendsk sjófólk hava hjá sær í sambandi við marknaeftirlitið?

Krevst visum fyri at koma til Føroyar skal viðkomandi hava eitt, sum ítøkiliga loyvir ferðing til Føroyar.

Eitt skjalprógv fyri, at viðkomandi skal mynstra umborð á einum føroyskum skipi t.d. avrit av starvsavtaluni el.líkn.

Hvat hendir, um tekin eru um sjúku, tá útlendsk sjófólk fara gjøgnum marknaeftirlitið?

Løgreglan kann taka avgerð um at avvísa ferðandi við markið, um sjúkutekin eru (hosti, tekin um fepur el.lík.). Hetta er galdandi fyri:

  • útlending, sum ikki hevur uppihaldsloyvi í Føroyum,
  • norðurlendskan statsborgara, sum ikki hevur fastan bústað í Føroyum.

Kemur viðkomandi frá einum landi uttanfyri Schengen, skal skiparin, agentur ella reiðarí syrgja fyri, at viðkomandi uttan kostnað fyri statin/landið beinanvegin fer av landinum aftur.

Sjófólk, sum skal mynstra, ivast um hon/hann hevur corona ella eigur at vera í sóttarhaldi, hvat nú?

Mælt verður til at ringja til kommunulækna ella læknavaktina (1870).