24. Jan

Bretska frábrigdið staðfest í Føroyum

Bretska koronufrábrigdið er nú staðfest í Føroyum.

Herfyri varð ein persónur komin til Føroya úr Afrika staðfestur smittaður við kanningini á sætta degi. Frá komu til Føroya hevði viðkomandi verið í sóttarhaldi, og hevði einans havt samband við ein annan persón.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur greinað kanningarúrslitið hjá viðkomandi nærri, og greiningin vísir, at talan er um bretska frábrigdið, eisini kallað B.1.1.7.

Bæði tann smittaði persónurin og tann persónurin, ið viðkomandi hevur verið í sambandi við, hava tað gott, og í løtuni bendir einki á, at onnur í Føroyum eru smittað við bretska koronufrábrigdinum.

Í hesum føri verður bundið um heilan fingur, og tí verður tíðarskeiðið í sóttarhaldi víðkað til 14 dagar. Viðkomandi skal eisini vísa eina negativa roynd, áðrenn persónurin verður staðfestur frískur.

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more