22. Oct

Tveir smittutilburðir í gjár


Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Tann eini persónurin er komnir til Føroya úr øðrum londum, meðan hin persónurin er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.

Í gjár vórðu 590 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 148.376 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 490 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 473 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 17 persónar smittaðir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more