14. September 2020 | kl. 09:01

Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús: Til vitjandi, sum hava verið uttanlands

Á sjúkrahúsunum verður javnan mett um leiðreglurnar fyri smittuverju inni á sjúkrahúsinum, eitt nú í mun til hvussu smittutalið er í samfelagnum. Tá tamarhald var á støðuni eftir Ólavsøku, varð latið upp aftur fyri vitjandi á sjúkrahúsinum. 

Seinastu dagarnar eru fleiri smittutilburðir staðfestir hjá ferðandi, sum koma til landið. Tí skulu øll vitjandi, sum eru komin til Føroya úr útlandinum, hava eitt negativt COVID-19 kanningarúrslit frá kanning á 6. degi eftir komu, áðrenn tey vitja á sjúkrahúsinum. 

Hesar leiðreglur verða galdandi frá mánadegnum 14. september á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Other news

15. September
Five new Covid-19 cases
KVF.FO: There are now 16 active Covid cases in the country
Read more
14. September
Test center opening hours this week
This week the test centers will be open at these times. Opening hours are adjusted weekly. These opening hours are valid until sunday 20 September. …
Read more
14. September
Tighter test requirements for hospital visitors
KVF.FO: Hospitals have implemented new restrictions for visitors who have recently arrived from abroad
Read more
Show more