3. Sep

Seks mánaðir síðani gerandisdagurin broyttist

Í dag eru tað seks mánaðir síðani, at COVID-19 fyri fyrstu ferð varð staðfest í Føroyum, og gerandisdagurin hjá føroyingum broyttist.

Tað var tann 3. mars, at fyrsti føroyingurin fekk staðfest coronasmittuna, og longu tríggjar dagar seinni fekk annar føroyingurin staðfest smittuna. Í báðum førum var talan um persónar, sum vórðu smittaðir uttanlands.

Landsstýrið setti skjótt smittufyribyrgjandi tiltøk í verk, og tann 12. mars fóru Føroyar niður í ferð í eini roynd at forða smittubreiðsluni. Á tíðindafundi tann 12. mars segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, soleiðis:

- Í einari álvarsstøðu sum hesari mugu vit ikki vera bláoygd. Munagóð tiltøk verða sett í verk fyri at forða, at smittan breiðir seg her hjá okkum. Hetta byggir á meginregluna um, at tað er betur at vera fyrivarin enn eftirsnarin.

Steðgaðu smittubreiðsluni

At Føroyar fóru niður í ferð hevði við sær, at skúlar og stovnar lótu aftur. Vitjanir á sjúkrahúsum og ellis- og røktarheimum vórðu avmarkaðar. Starvsfólk vórðu send heim at arbeiða, og mælt varð til, at í mesta lagi 100 fólk hittust innandura, umframt at matstovur og skeinkistøð vórðu mælt til at lata aftur kl. 22. Mælt var frá at ferðast í onnur lond, uttan at tað var átrokandi neyðugt, flogferðslan varð skerd, og øll ferðandi til landið vórðu biðin um at fara beinleiðis í sóttarhald við komu.

Tann 16. mars vórðu 19 tilburðir staðfestir. Men eftir henda dag minkaði talið av nýggjum tilburðum støðugt, og 4. apríl var fyrsti dagur síðani 3. mars, at eingin nýggjur tilburður varð staðfestur. Fyrst í apríl byrjaði stigvísa upplatingin av samfelagnum aftur.

Coronafríar í tríggjar mánaðir

Gott og væl tveir mánaðir eftir, at fyrsti tilburðurin varð staðfestur í Føroyum, vórðu Føroyar koronafríar. Tann 8. mai var fyrsti dagur síðani 3. mars, at eingin føroyingur var sjúkur við coronasmittuni. Hesar báðar mánaðirnar fóru óteljandi nógvir føroyingar í sóttarhald, og enn fleiri føroyingar lótu seg kanna. Í alt vóru 14.046 kanningar gjørdar frá 28. februar til 30. juni, og tilsamans vórðu 187 tilburðir staðfestir hesa tíðina.

Góða gongdin gjørdi millum annað, at møguleiki var fyri at lata landamørkini upp aftur, og tann 15. juni lótu Føroyar upp fyri ferðandi. Í fyrstu syftu varð latið upp fyri ferðandi úr Danmark, Grønlandi, Norra, Íslandi og Týsklandi. Síðani varð latið meira upp, og 27. juni lótu Føroyar upp fyri ferðandi úr Evropa-samveldinum og londum í Schengen-samstarvinum. Samstundis sum Føroyar lótu enn meira upp, var nýggj kanningarskipanin eisini sett í verk, sum hevði við sær, at øll ferðandi til landið skuldu kannast.

Í tríggjar mánaðir var eingin smitta staðfest innanlands í Føroyum. Hendinga tilburðir vórðu staðfestir á flogvøllinum og eisini umborð á útlendskum skipum í føroyskum havnum, men hagani breiddi seg smittan seg ongantíð víðari. Men tann 3.august vóru tveir persónar staðfestir smittaðir við coronavirus í Føroyum, og í báðum førum var talan um persónar, sum vórðu smittaðir her í landinum. Hetta var byrjanin upp á aðru bylgjuna, sum hevði við sær, at øll coronamet – bæði góð og keðilig – vórðu tikin.

Ein álvarsom og brádlig onnur bylgja

Tann 5. august vórðu heili 38 tilburðir staðfestir. Ongantíð áður og ongantíð síðani eru so nógvir tilburðir staðfestir upp á ein dag, sum tað vórðu hendan dagin. Støðan í Føroyum var sera álvarsom, og myndugleikarnir heittu á øll um at lata seg kanna, um bara tey høvdu minsta varhugan av  smittu.

Upp á tríggjar dagar fóru Føroyar frá at vera eitt land við ongari aktivari smittu, til at vera eitt av teimum londunum í heiminum, har smittan breiddi seg skjótast. Men tilbúgvingin var til reiðar, og føroyingar vístu enn eina ferð, hvussu áhaldni, samanhald og umhugsni, kann steðga smittubreiðsluni. Síðani 1. juli eru 225 tilburðir staðfestir í Føroyum, meðan fleiri enn 86.000 kanningar eru gjørdar sama tíðarskeið.

Í alt eru nú 100.300 kanningar gjørdar. 411 persónar hava fingið staðfest coronasmittuna í Føroyum. 73 av hesum eru útlendingar, sum eru farnir av landinum aftur. Síðani 3. august hava í alt 1.031 fólk verið í sóttarhaldi.

Føroyar nærkast enn eina ferð einari tíð uttan smittu. Ein tilburður varð staðfestur á flogvøllinum í gjár 3. september, men annars er eingin tilburður staðfestur innanlands síðani 20. august. Viðkomandi, sum varð staðfestur smittaður á flogvøllinum, er avbyrgdur, og Landslæknin er í løtuni í gongd við at fremja neyðugu smittusporingina. 

33 fólk eru smittað í løtuni. 29 av hesum eru útlendskir sjómenn, sum ikki hava verið á landi í Føroyum. Tann 7. september verða teir 29 sjómenninir staðfestir frískir aftur. 

Tveir persónar eru innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya. Eingin teirra liggur á intensivari deild.

Útlendsk sjófólk telja ikki longur við í samlaða talinum

Áður hevur mannagongdin verið soleiðis, at øll, sum fáa staðfest smittuna í Føroyum, verða roknað upp í samlaða talið av staðfestum tilburðum í Føroyum. Útlendsk sjófólk, sum eru staðfest sjúk í Føroyum, telja tí við í samlaða talið av staðfestum tilburðum – eisini hóast hesi ongantíð hava verið á landi. Eftir tvær vikur verða hesir persónar staðfestir frískir.

Hendan mannagongdin hevur millum annað havt við sær, at føroysku hagtølini frá degi til dags eru hækkað við yvir 20 nýggjum tilburðum, hóast eingin aktiv smitta hevur verið í samfelagnum. Landslæknin hevur í samráð við donsku heilsumyndugleikarnar gjørt av at broyta hesa skrásetingarmannagongd. Frameftir verða útlendsk sjófólk, sum verða staðfest sjúk, men sum ikki hava verið á landi í Føroyum, ikki tald við í føroysku hagtølini. So leingi sjófólkið ikki kemur í land, er tað ikki at rokna sum ein tilburður í Føroyum. Verður sjófólkið innlagt, tá verður persónurin taldur við í samlaða talið av staðfestum tilburðum í Føroyum.

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more