21. September 2020 | kl. 14:29

Kanningartíðir

Her er yvirlit av kanningartíðum á kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum. Um broytingar verða gjørdar, tá verða tær kunngjørdar her og rættaðar til á yvirlitinum niðanfyri. 

Á Tvøroyri og Klaksvík verða kanningar gjørdar mánadag, mikudag og fríggjadag. Í Havn verður kannað allar gerandisdagar og leygardag.

Tað vóru nógv fólk, sum lótu seg kanna á Tvøroyri í morgun. Tí er gjørt av, at kanningarstøðin við skúlan í Trongisvági verður opin aftur millum 8 og 10 í morgin, týsdagin 22. september. 

Tórshavn, á Eirargarði:

  • Gerandisdagar kl. 17-19.
  • Leygardag kl. 13-15.

Klaksvík, á Víkarvegi:

  • Mánadag, mikudag, fríggjadag kl. 9-11.

Tvøroyri, við Trongisvágs skúla:

  • Mánadag, týsdag og mikudag kl. 8-10.
  • Fríggjadag kl. 9-12

Eingin ávísing krevst.

Fyri at verða kannað/-ur, skalt tú stilla teg í bíðirøðina í upplatingartíðarskeiðinum. Øll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað. 

Bíðitíðin kann verða drúgv. Tak okkurt til matna/drekka við og kanska eisini eina bók at stytta tær stundir við.

Other news

15. September
Five new Covid-19 cases
KVF.FO: There are now 16 active Covid cases in the country
Read more
14. September
Test center opening hours this week
This week the test centers will be open at these times. Opening hours are adjusted weekly. These opening hours are valid until sunday 20 September. …
Read more
14. September
Tighter test requirements for hospital visitors
KVF.FO: Hospitals have implemented new restrictions for visitors who have recently arrived from abroad
Read more
Show more