6. Aug

Nýggj smidligari kanningarskipan ávegis á teimum trimum sjúkrahúsunum

Sjúkrahúsverkið arbeiðir í løtuni við nýggjari og smidligari kanningarskipan, sum skal gera tað skjótt og lætt hjá øllum at lata seg kanna á teimum trimum sjúkrahúsunum uttan ávísing.

Miðjað verður eftir, at fyrstu av hesum trimum sonevndum “drop-in” kanningarmiðstøðum verða klárar longu mánadagin í Tórshavn og á Tvøroyri.

Á tíðindafundinum í gjár greiddi Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, frá, at eitt av nýggjastu átøkunum, nú aktiv smitta aftur er staðfest og breiðir seg í føroyska samfelagnum er at seta nýggja kanningarskipan á stovn, har ávísing frá kommunulækna ikki er neyðug.

Talan verður um tríggjar sonevndar “drop-in”-kanningarmiðstøðir, sum verða við sjúkrahúsini í Tórshavn, Klaksvík og á Tvøroyri.

Í gjár vóru knapt 900 kanningar gjørdar á teimum trimum sjúkrahúsunum, so trýstið hevur verið øgiligt seinastu dagarnar, og bíðitíðin harvið eisini sera drúgv. Ein orsøk til hetta er eisini ferðsluviðurskiftini serliga við Landssjúkrahúsið.

Klárt mánadagin
Fyri at fáa kanningarnar at glíða betur, so bíðitíðin verður styttri, er gjørt av at flyta koronukanningarnar á Landssjúkrahúsinum niðan á Eiragarð. Landsverk arbeiðir í løtuni við at seta lonir upp, sum skulu brúkast til endamálið. Enn eru allir smálutir ikki komnir upp á pláss, men ætlanin er, at drop-in-kanningarmiðstøðin á Eiragarði verður opin eftir vanliga arbeiðstíð.

Í Suðuroynni verður arbeitt við eini líknandi loysn, har koronakanningarnar verða fluttar av Suðuroyar Sjúkrahúsi og út í býin. Nærri kunning um, hvar og hvussu hetta verður skipað, kemur seinni. Málið er, at nýggja kanningarskipanin verður klár á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar sjúkrahúsi mánadagin. Seinni í næstu viku verður drop-in-kanningarmiðstøð eisini klár á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Galdandi skipan, har tú skalt hava eina ávísing frá kommunulækna ella 1870, heldur fram til nýggja “drop-in”-kanningarskipanin sett í verk.

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more