27. July 2020 | kl. 17:25

Landslæknin heitir á fólk um at vísa varsemi

Landslæknin heitir nú á øll, ið hava havt samband við útlendsku manningarnar á teimum trimum skipunum, sum seinastu tíðina hava ligið við bryggju í Ánunum í Klaksvík, um at vísa serligt varsemi. Eisini mælir hann øllum til at lata seg kanna fyri koronu alt fyri eitt, um tey fáa sjúkueyðkenni.

Tað ger landslæknin, nú illgruni er um, at fleiri av manningini umborð á teimum útlendsku skipunum hava reikað runt í Klaksvík og eitt nú hava verið til handils.

Leygardagin varð staðfest, at 23 av teimum, sum vóru kannaðir fyri koronu umborð á russiska skipinum Karelia, høvdu koronasmittuna.

Síðani er Karelia farin til fiskiskap aftur.

Other news

15. September
Five new Covid-19 cases
KVF.FO: There are now 16 active Covid cases in the country
Read more
14. September
Test center opening hours this week
This week the test centers will be open at these times. Opening hours are adjusted weekly. These opening hours are valid until sunday 20 September. …
Read more
14. September
Tighter test requirements for hospital visitors
KVF.FO: Hospitals have implemented new restrictions for visitors who have recently arrived from abroad
Read more
Show more