1. July 2020 | kl. 15:37

COVID-19: Lóggáva og løgrit

Á Grækarismessu tann 12. mars boðaði løgmaður frá, at Føroyar fóru niður í ferð í eini roynd at basa smittubreiðsluni av COVID-19 í Føroyum. Longu seks dagar seinni, tann 18. mars, samtykti Løgtingið tær fyrstu COVID-19-lógirnar.

Lógartænastan hevur í tí sambandi gjørt eitt løgrit, sum tekur samanum og gevur eina støðumynd av teimum kreppulógum, sum av løgtingum eru samtyktar frá 18. mars til 7. apríl.

Ætlanin við løgritum er at lýsa ymisk løgfrøðilig evni á føroyskum máli og úr einum føroyskum sjónarhorni. Endamálið við júst hesum COVID-19-løgriti er at gera eina løgfrøðiliga støðumynd, nú løgtingið hevur samtykt í alt 11 kreppulógir. Harumframt lýsir løgritið tær løgfrøðiligu avbjóðingarnar, sum hava stungið seg upp av kreppulóggávuni.

Tú finnur løgritið her: Løgfrøðilig støðumynd av COVID-19 kreppulógunum, sum eru settar í gildi í tíðarskeiðnum 18. mars 2020 til 7. apríl 2020

Øll lóggáva, sum er sett í gildi í samband við COVID-19, er savnað á einum stað – trýst her.

Other news

5. August
New measures: Testing of travellers extended until end of october
The guidelines for travellers to the Faroe Islands remain the same up to and including 31 October. All people arriving in the Faroe Islands should con…
Read more
5. August
New Covid-19 preventive measures
KVF.FO: A new and aggressive testing strategy forms the basis of the new plan to prevent further spread of Covid-19
Read more
4. August
Two new domestic Covid-19 cases
KVF.FO: The chief medical officer is urging caution after two locals tested positive for Covid-19 yesterday
Read more
Show more