26. Jun

Faldarin til ferðandi dagførdur

Í morgin, leygardagin 27. juni, verða leiðreglurnar fyri øll ferðandi, sum koma til landið, broyttar, og nú skulu øll ferðandi lata seg kanna. Hetta er galdandi fyri øll ferðafólk, tó ikki børn yngri enn 12 ár. Í hesum sambandi er faldarin til ferðafólk eisini dagførdur við nýggju leiðreglunum og fyrivarnisreglum, sum øll ferðandi eiga at fylgja. Í faldarinum verður kunnað á trimum ymsum málum: føroyskum, donskum og enskum. 

Ferðandi sum koma til Føroya úr ES-londum, londum í Schengen-samstarvinum og Stóra Bretlandi, eiga at fara beinleiðis í heimauppihald, til kanningarúrslitið er tøkt. Vanliga er kanningarúrslitið tøkt sama kvøld og í seinasta lagi dagin eftir á middegi. Ferðandi eiga at vísa serliga varsemi á ferðini til ætlaða uppihaldsstaðið. Eisini er tað sera týdningarmikið, at øll ferðandi halda almennu tilmælini um reinføri og frástøðu, tá hesi verða loyst úr heimauppihaldinum og halda seg burtur frá støðum, har tað er torført at halda neyðugu frástøðuna.

Ferðandi úr øðrum londum eiga framhaldandi at fara beinleiðis í heimauppihald í 14 dagar.

Tú finnur dagførda faldaran her.

 

Ella blaða gjøgnum myndirnar niðanfyri.

FØROYSKT

 

DANSKT

ENSKT

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more