Leiðreglur fyri ferðandi til Føroya frá 27. juni
Frá leygardegnum tann 27. juni skulu øll ferðandi kannast. Hetta verður eisini galdandi fyri allar føroyingar, búsitandi í Føroyum, ið hava verið uttanlands.
Samstundis, sum tað verður kravt, at øll ferðandi til landið lata seg kanna, verður kravið um negativt kanningarúrslit við fráferð strikað. Frá 27. juni er ikki longur krav, at ferðafólk hava annaðhvørt negativt kanningarúrslit ella bústaðarváttan/returferðaseðil. Børn yngri enn 12 ár noyðast tó ikki at lata seg kanna.
Ferðast tú við flogfari, verða kanningar framdar við komu. Ferðast tú sjóvegis, verða kanningar framdar í Hirtshals áðrenn fráferð.
Frá leygardegnum 27. juni til og við fríggjadagin 10. juli verður tað ókeypis at lata seg kanna, tá ið tú kemur til Føroya. Frá leygardegnum 11. juli skulu ferðafólk sjálvi rinda fyri kanningina. Ein kanning kostar 390 krónur á flogvøllinum, og um ferðast verður við Norrønu, kostar ein kanning 500 krónur. Fyri nærri kunning set teg í samband við ferðaskrivstovu ella flutningsfelag.
Tað verður heitt á øll ferðandi um at fara í heimauppihald, til tey hava fingið svar upp á kanningina. Vanliga eru kanningarúrslitini klár sama kvøld og í seinasta lagi á middegi dagin eftir.
Tey ferðandi kunnu vænta sær drúgvari bíðitíð, tá ið tey koma til landið.
Tað er sera umráðandi, at øll ferðandi til Føroya vísa varsemi á ferðini, og at ferðandi, sum nýliga eru komin til landið, eru serliga ansin og fylgja almennu tilmælunum um frástøðu og gott reinføri. Kennir tú teg sjúkan, skalt tú lata teg kanna beinanvegin. Les meira um almennu tilmælini her.
Les meira og sí ofta settar spurningar viðvíkjandi ferðing til Føroya her.
Landsstýrið fylgir støðugt gongdini, og er neyðugt at endurskoða galdandi skipanir, verður hetta gjørt.