3. May 2020 | kl. 17:39

Herða leiðreglurnar fyri ferðandi á miðnátt

Nú verða leiðreglurnar um sóttarhald herdar fyri fólk, sum ferðast til Føroya. Hetta er fyri at forða koronasmittuni at sleppa inn aftur í føroyska samfelagið.

Herdu mannagongdirnar innibera, at øll sum ferðast til Føroya, fáa ein faldara við greiðum boðum um at fara í heimauppihald í 14 dagar. Tey ferðandi verða eisini framhaldandi biðin um at lata myndugleikunum persónsupplýsingar at nýta sum partur í ”smittuuppsporingini”og soleiðis at sóttarhaldstoymið sum nakað nýtt eisini fer at seta seg í samband við tey fyri at vita, hvussu tey hava tað í leypi av heimauppihaldinum.

Faldarin inniheldur kunning til ferðandi á føroyskum, donskum og enskum. Les faldaran her

Eftir 14 dagar í heimauppihaldi, kunnu øll ferðast frítt í Føroyum, men sjálvsagt við virðing fyri almennu tilmælunum um frástøðu og reinføri.


AT FARA Í HEIMAUPPIHALD INNIBER, AT

  • Tú ert heima við hús og kanst vera saman við familjuni.
  • Tú fært ikki vitjan.
  • Um tú skalt arbeiða, skal tað vera heimanífrá.
  • Tú kanst fara túr í egnum bili og vera úti í náttúruni, har onnur ikki eru. Halt teg frá øðrum.
  • Minst til eisini at halda frástøðu og hava gott reinføri, tá tú ert heima við familjuni.
  • Tvær ferðir setir sóttarhaldstoymið seg í samband við teg. Tú fært ein kontaktpersón í toyminum.

Other news

25. May
A month withouth any new cases
There is still no new confirmed case of COVID-19 on the Faroe Islands. In total 187 cases of COVID-19 have been confirmed. All 187 persons have recove…
Read more
22. May
Still no active cases
There is still no new confirmed case of COVID-19 on the Faroe Islands. In total 187 cases of COVID-19 have been confirmed. All 187 persons have recove…
Read more
18. May
People can now receive visitors at the hospitals again
LOCAL.FO: With no active cases left, life in the Faroe Islands is slowly starting to get back to normal, and from 18 May, people can visit their relat…
Read more
Show more