30. April 2020 | kl. 10:00

Føroyar upp í ferð

Hesar eru ætlanirnar hjá landsstýrinum at seta enn meira ferð á føroyska samfelagið.

 

Fleiri fólk kunnu savnast

Frá 4. mai kunnu í mesta lagi 50 fólk savnast saman. Frástøðan upp á tveir metrar verður varðveitt.

 

Ferðafólk til Føroyar

Heitt verður á ferðafólk um ikki at koma til Føroyar – í fyrsta lagi til tann 30.juni. Mælt verður framhaldandi til, at ferðandi til Føroya fara í sóttarhald í 14 dagar. Samstundis verða mannagongdirnar herdar við enn neyvari uppfylging og áminning um, at fólk skulu halda tilmælið um sóttarhald. Um tað gerst neyðugt, so fer Landsstýrið at útvega sær heimild at seta reglur um tvungið sóttarhald í verk. 

 

Fyritøkur við nærsambandi til kundan

Fyritøkur, sum eitt nú frisørar, tannlæknar, fysio- og ergoterapeutar, vakurleikastovur, optikarar o.tíl. kunnu fara undir virksemi á skipaðan hátt hin 4. mai.

 

Matstovur, kaféir, dansi- og skeinkistøð

Hesi støð kunnu hava opið undir skipaðum viðurskiftum. Hildið verður fast um tilmælið um, at hesi støð steingja kl. 22:00.

 

Fólkaskúlaøkið

Landsstýrið ætlar at gera hesar broytingar:

  • 4. flokkur byrjar aftur í skúlanum 4. mai
  • 5. flokkur byrjar aftur í skúlanum 11. mai
  • 9. flokkur byrjar aftur 18. mai

 

Næmingar, ið hava ilt við at fylgja fjarundirvísing

Stig verða tikin soleiðis, at næmingar við serligum tørvi, og sum tí hava ilt við at fylgja undirvísingini, fáa nakað av undirvísing í skúlanum.

 

Hægri útbúgving, vinnu- og miðnámsskúlar

Skúlagongdin fyri 1. og 2. árs næmingar í breytaskipanini á miðnámi verður tikin uppaftur frá 18. mai til 5. juni, og at serbreytirnar byrja undirvísing aftur sum vanligt 11. mai.

 

Søvn og mentanarstovnar

Søvn sum Tjóðsavnið, Listasavnið og bókasøvn kunnu lata upp aftur tann 4.mai undir skipaðum viðurskiftum.

 

Kirkjur og samkomur

Nú mesta talið av fólkið saman er økt, kunnu kirkjur og samkomur fara undir virksemi sítt á skipaðan hátt við støði í heilsufakligu tilmælunum um reinføri og frástøðu.

 

Festivalar, summarstevnur og størri mentanartiltøk

Eingir festivalar ella størri mentanartiltøk verða hildin áðrenn 30 juni, og er ætlanin at eftirmeta støðuna og koma við nýggjari útmelding seinni í mai.

 

Almenni arbeiðsmarknaðurin

Almenn starvsfólk eru á arbeiðsplássunum í størst møguligan mun, men um serliga umstøður tala fyri tí,  kunnu tey arbeiða heima.

 

Bygdaleiðir

Frá í morgin koyra bussarnir hjá SSL á øllum leiðum, tó við skerdari ferðaætlan. Dentur verður lagdur á at fólk skulu koma til og frá arbeiði á morgni og seint seinrapart. Frá 8. mai koyra allir bussar allar túrar í ferðaætlanini. Talið av ferðandi verður framvegis avmarkað og eftir tilkalling.

 

Oyggjaleiðir

Ferjurnar sigla nú við skerdari ferðaætlan. Í morgin byrjar Mykines siglingin. Frá 8. mai fara allar ferjur at sigla sum vanligt, tó framhaldandi við ávísum avmarkingum fyri ferðafólk.”

 

Almannaverkið

Almannaverkið hevur síðani 20. apríl varliga linkað smittuverjandi tiltøkini í teirra tænastum. Átøkini verða endurmett fyrst í komandi viku, tá støða verður tikin til, hvussu vendast skal aftur til gerandisdagin.

 

Dagstovnaøkið

Nú meira ferð verður sett á samfelagið, eru kommunurnar saman við koronaráðgevingini farnar undir at skipa virksemið soleiðis, at øll børn kunnu koma aftur á stovn.

 

Eldraøkið

Eldraøkið verður latið upp stigvíst, so at tey eldru kunnu fáa vitjan og ein meira innihaldsríkan gerandisdag. Hetta fer at betra um trivnaðin og lívsgóðsku hjá teimum eldru. Leiðslurnar eru í holt við at fyrireika hetta í samstarvi við koronaráðgevingina, so at tað verður trygt fyri bæði búfólk og starvsfólk.

 

Ítróttur

Ítróttakappingar kunnu byrja aftur leygardagin 9.mai undir skipaðum umstøðum. Hildið verður fast í, at tað er uttan áskoðarar.

Other news

24. June
Guidelines for travellers to the Faroe Islands from 27 June
The guidelines for travellers to the Faroe Islands will change 27 June. From 27 June all travellers are required to test for COVID-19. This requiremen…
Read more
19. June
All travellers must now be tested
From Saturday 27 June, all people travelling to the Faroe Islands must be tested for COVID-19. This requirement also applies to Faroese citizens and r…
Read more
13. June
Temporary testing upon arrival available next week
On Monday June 15 to Friday June 19 there will be a temporary testing facility set up at Vagar Airport and at the Port of Torshavn making it possible…
Read more
Show more