Sjúkrahúsverkið varisliga upp aftur í ferð
Góða gongdin við alt færri við koronasmittu hevur við sær, at sjúkrahúsini nú aftur kunnu fara undir at gera fleiri viðgerðir og kanningar.
Eins og alt samfelagið fór, fóru eisini sjúkrahúsini niður í ferð á Grækarismessu fyri at minka um smittuvandan í samfelagnum. Tí hava nógvir sjúklingar hesa seinastu tíðina fingið boð frá lækna, at tíðin til kanningina ella viðgerðina er blivin útsett til tess at geva pláss fyri koronatilbúgvingini á sjúkrahúsinum.
Fyribils siga hagtølini, at tiltøkini samanumtikið hava havt við sær, at 6 av 10 viðtalum á sjúkrahúsunum eru farnar fram sum ætlaðar. Hyggja vit burturav eftir skurðviðgerðum, so vísa tølini, at tað hava verið í millum 70 og 80 prosent færri skurðviðgerðir, enn væntað hetta tíðarskeiðið.
Ikki full ferð beinanvegin
Í vikuni lótu fleiri ambulatoriir varisliga upp fyri kanningum og viðgerðum, og 1. mai eru øll ambulatoriini latin uppaftur. Kortini ikki við fullari ferð, tí ambulatoriini mugu fylgja almennu tilmælunum um reinføri og fjarstøðu. Tað merkir eitt nú, at ikki ov nógv fólk kunnu savnast í bíðihølunum, og serligur dentur verður lagdur á at vaska og spritta hendurnar, tá fólk koma á sjúkrahúsini.
Serliga støðan ger, at sjúkrahúsini eisini fara at broyta mannagongdirnar og skipa umstøðurnar øðrvísi. Eitt nú við at hava fleiri telefonviðtalur, viðtalur umvegis netið, umframt vanligu viðtalurnar, har fólk møta upp.
Tað er framvegis neyðugt at avmarka talið av vitjandi og talið av avvarðandi, sum kunnu koma við sjúklingum á sjúkrahúsið. Sjúkrahúsini harmast um støðuna, men endamálið er at minka um smittuvandan millum sjúklingar og starvsfólk.