Áminning: áheitan um at kunna útlendsk starvsfólk
Vinnuhúsið hevur enn eina ferð heitt á arbeiðsgevarar um at minnast til at kunna útlendsk starvsfólk um, hvussu tey skulu bera seg at og fyrihalda seg í hesum tíðum.
Vinnuhúsið hevur sent áminning út til allar limir í arbeiðsgevarafeløgum og vinnugreinafeløgum í Vinnuhúsinum:
Vinnuhúsið heitir enn einaferð á arbeiðsgevarar um at minnast til at kunna útlendsk starvsfólk um, hvussu tey skulu bera seg at og fyrihalda seg í hesum tíðum. Hetta er eisini galdandi fyri montørar og onnur útlendsk starvsfólk, sum veita tænastur.
Vinnuhúsið fær regluliga fráboðan frá teimum, sum sita í koronaráðgevingini hjá landinum um, at útlendingar, sum eru til arbeiðis í Føroyum ikki virða tilmælini frá landinum, ma. tilmælið um sóttarhald, tá ein kemur úr útlandinum.
Arbeiðsgevarar, sum hava útlendingar í starvi, hava eina víðkaða skyldu at tryggja, at útlendingar eru kunnaðir um støðuna viðv. COVID-19 og tey tilmæli, sum eru.
Gott hevði verið um arbeiðsgevarar enn einaferð endurtaka almennu tilmælini um atburð fyri útlendsku starvsfólkunum ella tænastuveitarunum. Somuleiðis, verður heitt á arbeiðsgevarar um at tryggja sær, at útlendsku starsvfólkini skilja tilmælini, sum myndugleikarnir hava fráboðað.
Á hesari heimasíðuni eru almennu tilmælini í samband við reinføri o.a., sum kann brúkast, og kunningin er eisini á enskum máli. Trýst her.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum er kunning, sum er tilætlað teimum, sum hava útlendingar í starvi ella fáa fólk til arbeiðis, sum koma frá útlandinum. Trýst her.
Annars er støðan tann saman viðv. ferðing um landamarkið. Atgongdin til landið er enn avmarkað, men enn ber til at ferðast í arbeiðsørindum. Øll ferðandi skulu gjøgnum passeftirlit í Vága Floghavn og eisini í Kastrup. Arbeiðsfólk skulu veita prógv fyri, at tey hava arbeiðsørindi í Føroyum.
Heitt verður á útlendska arbeiðsmegi um at hava pass, arbeiðsloyvi og arbeiðskontrakt/setanarbræv til reiðar við passkontrol, so tað verður lættari at koma gjøgnum marknaeftirlitið.
Somuleiðis eru tit eisini vælkomin at venda tykkum til Vinnuhúsið um hesi viðurskiftini.