24. apríl 2020 | kl. 14:31

Áminning: áheitan um at kunna útlendsk starvsfólk

Vinnuhúsið hevur enn eina ferð heitt á arbeiðsgevarar um at minnast til at kunna útlendsk starvsfólk um, hvussu tey skulu bera seg at og fyrihalda seg í hesum tíðum.

Vinnuhúsið hevur sent áminning út til allar limir í arbeiðsgevarafeløgum og vinnugreinafeløgum í Vinnuhúsinum:

Vinnuhúsið heitir enn einaferð á arbeiðsgevarar um at minnast til at kunna útlendsk starvsfólk um, hvussu tey skulu bera seg at og fyrihalda seg í hesum tíðum. Hetta er eisini galdandi fyri montørar og onnur útlendsk starvsfólk, sum veita  tænastur.

Vinnuhúsið fær regluliga fráboðan frá teimum, sum sita í koronaráðgevingini hjá landinum um, at útlendingar, sum eru til arbeiðis í Føroyum ikki virða tilmælini frá landinum, ma. tilmælið um sóttarhald, tá ein kemur úr útlandinum.

Arbeiðsgevarar, sum hava útlendingar í starvi, hava eina víðkaða skyldu at tryggja, at útlendingar eru kunnaðir um støðuna viðv. COVID-19 og tey tilmæli, sum eru.

Gott hevði verið um arbeiðsgevarar enn einaferð endurtaka almennu tilmælini um atburð fyri útlendsku starvsfólkunum ella tænastuveitarunum. Somuleiðis, verður heitt á arbeiðsgevarar um at tryggja sær, at útlendsku starsvfólkini skilja tilmælini, sum myndugleikarnir hava fráboðað.

Á hesari heimasíðuni eru almennu tilmælini í samband við reinføri o.a., sum kann brúkast, og kunningin er eisini á enskum máli. Trýst her.

Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum er kunning, sum er tilætlað teimum, sum hava útlendingar í starvi ella fáa fólk til arbeiðis, sum koma frá útlandinum. Trýst her.

Annars er støðan tann saman viðv. ferðing um landamarkið. Atgongdin til landið er enn avmarkað, men enn ber til at ferðast í arbeiðsørindum. Øll ferðandi skulu gjøgnum passeftirlit í Vága Floghavn og eisini í Kastrup. Arbeiðsfólk skulu veita prógv fyri, at tey hava arbeiðsørindi í Føroyum.

Heitt verður á útlendska arbeiðsmegi um at hava pass, arbeiðsloyvi og arbeiðskontrakt/setanarbræv til reiðar við passkontrol, so tað verður lættari at koma gjøgnum marknaeftirlitið.

Somuleiðis eru tit eisini vælkomin at venda tykkum til Vinnuhúsið um hesi viðurskiftini.

Onnur kunning

28. apríl
Eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6730 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 40 kanningar…
Les meira
27. apríl
Gjaldast má við SSL-kortum fyri at koyra við Bygdaleiðum frá 1. mai
Strandferðslan boðar frá, at nú ber einans til at rinda við SSL-kortum á øllum Bygdaleiðum.
Les meira
27. apríl
Nýggj kanningarúrslit kunngjørd í morgin
Næstu ferð nýggj kanningarúrslit fyri corona verða almannakunngjørd verður í morgin tann 28.apríl. Hetta kemst av, at so fáar kanningar vórðu gjørdar…
Les meira
Vís fleiri