16. apr

Vegleiðing fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðartilboðum

Coronaráðgevingin hevur gjørt vegleiðing til skúlar og frítíðartilboð, sum opna aftur í næstum.

Síðani mánadagin 16. mars 2020 hava allir almennir stovnar so sum dagstovnar, dagrøktir, skúlar o.a. verið stongdir til tess at avmarka smittubreiðslu í tí føroyska samfelagnum (undantikið nakrir stovnar/skúlar, sum hava verið opnir í sambandi við neyðansing).

Skúlar fara frá 20. apríl 2020 varliga at lata upp aftur, við teirri fortreyt, at fleiri strong verjutiltøk verða fylgd. Til tess at avmarka smittu í sambandi við eina varliga upplating av skúlunum, kunnu ein røð av tiltøkum verða sett í verk.

Tað, sum riggar best, er, at øll fólk, sum hava sína gongd í skúlum, vaska hendurnar væl og virðiliga við vatni og sápu fleiri ferðir um dagin og møguliga nýta handspritt aftaná eisini.

Harumframt ávirkar annar persónligur atburður eisini smittuvandan. Endamálið við hesari vegleiðingini er at gera greitt, hvørji tiltøk kunnu setast í verk á skúlunum.

Eru ivamál um innihaldið í vegleiðingini, ber til at seta seg í samband við Coronaráðgevingina á telefon 304040 (coronalinjan) ella á telduposti corona@arb.fo.

Les alla vegleiðingina her.

Onnur kunning

4. okt
Koppsetingin fyri COVID-19 heystið og veturin 2022-23
Væntast kann, at COVID-19 broytir seg til eina árstíðarbundna smittu, sum vit t.d. kenna a…
4. jul
Koronukoppset­ingar í summar
Í juli og august fara Norðoya Apotek, Eysturoyar Apotek og Tjaldurs Apotek at samstarva um…
15. mar
Koppsetingar­nar flyta
Koronukoppsetingarnar, sum hava verið í Tórshavn og á Tvøroyri, flyta nú á Tjaldurs Apotek…
Vís fleiri