6. Apr

Landssjúkrahúsið: Uttanlandstænastan gevur boð

Landssjúkrahúsið heitir á øll um at í mest møguligan mun at bíða við at ringja. Uttanlandstænastan ringir til øll, har broytingar eru.

Avgerð er tikin um framhaldandi at halda aftur við at senda sjúklingar til viðgerð uttanlands fram til 1. mai. Uttanlandstænastan er í holt við at gjøgnumganga allar innkallingar fram til 1. mai.

Trýstið er stórt á telefonirnar, og tí verður heitt á sjúklingar um í mest møguligan mun at bíða við at ringja. Uttanlandstænastan ringir til øll, har broytingar eru.

Í fyrstu syftu fáa tey boð, sum eru innkallaði í vikuni aftaná páskir. Tað verður vónandi í dag ella í morgin, tó í seinasta lagi mikudagin.

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more