Tilmæli um út-við-veitingar
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur gjørt eitt tíðaravmarkað tilmæli um, at matstovur og kaffistovur, í mestan mun skulu broyta til út-við-veitingar (Take-away)
Broyta til út-við-veiting og løggilding
Mannagongdin er, at um ein matstova broytir munandi í sínum virksemi, skal hetta fráboðast HFS. Tað er tó ikki neyðugt hjá eini matstovu, sum ikki hevur havt út-við-veiting sum part av síni løggilding, at boða frá um tey broyta sítt virksemi á henda hátt.
Skjótt at leggja virksemi um til út-við-vetingar
Henda mannagongd er gjørd fyri at lætta um hjá matstovunum, nú øll gera sítt ítasta fyri at tálma corona smittuni.
Væntað verður at veitan av matinum fer fram á ein matvørutryggan hátt og at matstovurnar meta um øll heilsufrøðilig vandamál.
Um matstovan ynskir at halda áfram við út-við-veiting eftir hesa kreppustøðu, skal tað fráboðast til HFS.
Um spurningar eru, set teg í samband við matvørudeildina hjá Heilsufrøðiligur starvsstovuni á 556400 ella hfs@hfs.fo
