19. mars 2020 | kl. 14:31

Gott heilsufrøðiligt arbeiðslag til matgerð

Heilsufrøðiliga starvstovan hevur gjørt vegleiðing í samband við hondreinføri, tá matur verður gjørdur

Matvørudeildin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni minnir á, at tað er umráðandi hjá borgarum og matvøruvinnuni at fylgja vanligum mannagongdum um persónligt reinføri.

Niðanfyri eru nakrar leiðreglur til matvøruframleiðarar. 

Tá hendurnar verða vaskaðar, skulu tær vaskast væl við rennandi, flógvum vatni og flótandi handsápu. Hendurnar skulu turkast í einnýtishandklæði (vanligt er at nýta einnýtishandklæði úr pappíri).

Hendurnar skulu í minsta lagi vaskast:

  • Við arbeiðsbyrjan
  • Eftir ørindi uttanfyri framleiðsluna
  • Eftir vesivitjan
  • Eftir at tú hevur snýst tær, skriðan o.l.
  • Eftir at hava nýtt handskar
  • Tá skift verður ímillum reint og skitið virksemi, t.d. tá tikið hevur verið ímóti pengum, eftir reingerð og eftir at hava tosað í telefon
  • Tá skift verður millum at arbeiða við rávøru og liðugvøru, og millum kjøt og grønmeti

Sóttreinsan
Í matvøruframleiðslu kann sóttreinsan við spritti vanliga ikki setast í staðin fyri hondvask, men kann nýtast sum ískoyti til hondreinføri annars. Spritt virkar illa á vátar hendur ella hendur, ið eru dálkaðar eftir samband við mat. Harafturat virkar spritt ikki móti t.d. norovirus, ið er atvoldin til nógvar sjúkutilburðir, ið stava frá mati.

Sjúka
Tað er umráðandi, at starvsfólk, ið arbeiða við mati, ikki eru til arbeiðis, tá ið tey eru sjúk.  

Smittar matur?
Tað er higartil ikki staðfest, at matur og drekkivatn eru orsøk til smittu við coronavirus.

Onnur kunning

28. apríl
Eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6730 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 40 kanningar…
Les meira
27. apríl
Gjaldast má við SSL-kortum fyri at koyra við Bygdaleiðum frá 1. mai
Strandferðslan boðar frá, at nú ber einans til at rinda við SSL-kortum á øllum Bygdaleiðum.
Les meira
27. apríl
Nýggj kanningarúrslit kunngjørd í morgin
Næstu ferð nýggj kanningarúrslit fyri corona verða almannakunngjørd verður í morgin tann 28.apríl. Hetta kemst av, at so fáar kanningar vórðu gjørdar…
Les meira
Vís fleiri