10. June 2021 | kl. 13:42

Lata varisliga upp aftur

Landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur. Seinastu vikuna hevur ferðin verið nakað minni.

Yvirskipað verður farið til tey tilmæli, sum vóru galdandi fyri viku síðan.

Hetta merkir í stuttum:

  • Ítróttatiltøk kunnu aftur fyriskipast við áskoðararum. Tó undir skipaðum viðurskiftum.
  • Størri almenn – og privat tiltøk kunnu haldast, um neyðuga frástøðan kann tryggjast. Fert tú út millum fólk, sum tú vanliga ikki ert saman við, verður staðiliga mælt til, at tú letur teg kanna áðrenn.

Heilsufakligu myndugleikarnir halda ikki tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí tað enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum.

“Vit halda tað er ráðiligt at lata varisliga uppaftur. Eg vil takka øllum, sum hava tikið eitt tak seinastu sjey dagarnar. Nú ræður um, at vit í felag taka seinastu tøkini,” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Other news

10. June
Mandatory COVID-19 test upon arrival to the Faroe Islands
From October 1st 2020 to August 31st 2021 all passengers 12 years and older are required to pay a COVID-19 fee amounting to DKK 350 per passenger upon…
Read more
21. May
Test center opening hours
These are the test centre opening hours. Opening hours may be extended temporarily in connection with an increased need for testing. An overview of t…
Read more
16. May
Government eases covid restrictions for travellers to the Faroe Islands
Vaccinated and previously infected people are no longer recommended to home quarantine upon arrival to the Faroe Islands. Non-vaccinated persons are u…
Read more
Show more