25. May

Tveir smittutilburðir staðfestir í gjár

Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Báðir persónar eru partur av kendari smittuketu. 

3687 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar - fyri uttan 53 kanningar -  eru liðugt greinaðar. 

Tilsamans eru nú gjørdar 267.795 kanningar.

694 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 668 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

Í løtuni eru 25 persónar smittaðir.

Í løtuni eru 63 fólk skrásett í sóttarhaldi, men hetta talið skal takast við stórum fyrivarni, tí skrásetingin er ikki liðug. Talið verður óivað hægri, tá ið komið verður á mál við skrásetingini - vónandi seinni í dag.

Other news

1. Mar
275 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 551 COVID-19 tests resulted in 275 positive outcomes, according to the latest…
28. Feb
136 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 264 COVID-19 tests resulted in 136 positive outcomes, according to the latest…
26. Feb
325 new COVID-19 cases yesterday
Yesterday’s 555 COVID-19 tests resulted in 325 positive outcomes, according to the latest…
Show more