17. mars 2020 | kl. 16:17

Kunning og tilmæli til matvøruframleiðarar

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur skrivað nøkur týdningarmikil atlit, sum matvøruframleiðarar eiga at hava í huga, nú coronasmittan er í umferð

Matvøruframleiðarar kunnu halda áfram sum vanligt, men eiga at fylgja almennu tilmælunum um fyribyrging av smittu.

Heilsufrøðiliga starvsstovan vísir á, at:

1.     Lítil sannlíkindi eru fyri at corona smittar ígjøgnum matin ella vatnið. Corona smittar via dropar í luftini og í andaleiðini, og tí eru sannlíkindini fyri at verða smittaður av mati ella vatni lítil.

2.     Tað er umráðandi at hava eitt gott heilsufrøðiligt arbeiðslag og annars fylgja rakstrarreglunum, sí www.hfs.fo.

3.     Tað er umráðandi at hava gott handreinføri og vaska sær um hendurnar ofta. Sóttreinsan við spritti kann ikki setast ístaðin fyri at vaska sær um hendurnar.

4.     Tað er umráðandi at halda tilmæli um ikki at vera meira enn 10 fólk til arbeiðis í køkinum og í mestan mun at arbeiða í skiftum.

5.     Starvsfólk skulu ikki møta til arbeiðis, um tey eru sjúk, tað veri seg av corona ella aðrari sjúku.

6.     Matstovur og kaffistovur skulu í mestan mun broyta til út-við-veitingar.

7.     Bíleggingar eiga at verða gjørdar gjøgnum telefon ella internet.

8.     Um møguligt skal út-við-veitingin veitast ígjøgnum lúku ella annað, soleiðis at so lítil kontakt verður við viðskiftafólk, sum gjørligt.

9.     Matvøruframleiðarar skulu minna viðskiftafólkini á at halda frástøðu (2 metrar) í køini.

10.   Kundar eiga at brúka gjaldkort uttan at nerta við terminalin.

 

Um spurningar eru til eitt hvørt víðvikjandi matframleiðslu og smittuvanda, ber til at seta í samband við Heilsufrøðiligu starvsstovuna á 55 64 00 ella við at senda ein teldupost á hfs@hsf.fo.

Onnur kunning

28. apríl
Eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið
Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6730 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 40 kanningar…
Les meira
27. apríl
Gjaldast má við SSL-kortum fyri at koyra við Bygdaleiðum frá 1. mai
Strandferðslan boðar frá, at nú ber einans til at rinda við SSL-kortum á øllum Bygdaleiðum.
Les meira
27. apríl
Nýggj kanningarúrslit kunngjørd í morgin
Næstu ferð nýggj kanningarúrslit fyri corona verða almannakunngjørd verður í morgin tann 28.apríl. Hetta kemst av, at so fáar kanningar vórðu gjørdar…
Les meira
Vís fleiri