Dagført: Tilmæli um reinføri og atferð á arbeiðsplássinum
Mánadagin 16. mars vóru tiløkini og tilmælini í samband við coronasmittuna broytt og herd. Mælt varð millum annað til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum við í mesta lagi 10 fólkum. Men hvussu ávirkar hetta arbeiðsplássið, har fleiri enn 10 fólk mangan savnast? Her eru ráðini.
Hvussu gera vit á arbeiðsplássinum?
Hesi almennu tilmæli eiga at verða fylgd:
- Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar), tí coronavirus smittar skjótt og lætt.
- Být starvsfólk sundur í smærri vaktir, sum ikki arbeiða samstundis.
- Lat ikki vaktirnar møtast í hurðini.
- Vaska/spritta millum hvørja vakt.
- Minst til handreinføri – vaska tær væl um hendurnar og spritta aftaná.
- Starvsfólk skulu vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og skulu vera heima um tey merkja sær okkurt.
Skipan av arbeiðinum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur sett saman vegleiðing í samband við skipan av arbeiðinum.
- Gerið váðametingar av smittuvandum, ið eru knýttir at arbeiðsuppgávunum, og gerið munagóð fyribyrgjandi tiltøk - t.d. við at nýta handskar, at spritta ella spjaðing av viðskiftafólki.
- Gerið greitt, um ávís starvsfólk eru í serligum vandabólkum, og tak serligt atlit til hesi - t.d. starvsfólk, sum hava niðursett mótstøðuføri.
- Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar) millum starvsfólkini, tí covid-19 smittar lætt og skjótt.
- Mælt verður til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri - í mesta lagi 10 fólk.
- Být starvsfólk sundur í smærri vaktir, sum ikki arbeiða samstundis.
- Lat ikki vaktirnar møtast í hurðini.
- Vaska/spritta millum hvørja vakt - sí leiðbeining um reinføri á arbeiðsplássinum omanfyri.
- Tilmæli um í mesta lagi 10 fólk eigur helst at vera fylgt.
- Er ikki møguligt at fylgja tilmælinum um, at í mesta lagi 10 fólk eru saman í senn (t.d. á flakavirkjum), er serliga umráðandi at hava serlig fyrilit og fyrivarni - m.a. økja enn meira um reingerð av felagsøkjum, og at tryggja at fólk einans savnast í smærri bólkum.
- Starvsfólk hava altíð eina skyldu til at virða og fylgja fyribyrgjandi átøkum, sum ein arbeiðsgevari setur í verk.
Sí plakat frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum her.
Innanhýsis kunning á arbeiðsplássum
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur sett saman vegleiðing í samband við innanhýsis kunning á arbeiðsplássum.
- Kunna starvsfólkini væl og greitt um, hvørjar tillagingar eru gjørdar á arbeiðsplássinum og um serligar mannagongdir eru galdandi.
- Gev greið boð, um starvsfólk eru farin í sóttarhald, og hvørt hetta ávirkar onnur starvsfólk.
- Savna alla innanhýsis kunning á einum stað - talgilt ella á einum sjónligum stað á arbeiðsplássinum.
- Avmarka innanhýsis kunningina um coronasmittuna til kunning og tilmæli frá almennu myndugleikunum.
Sí plakat frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum her.
Leiðbeinging í samband við kaffisteðgir, uppihald í kantinum og annað
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur sett saman vegleiðing í samband við kaffisteðgir, uppihald í kantinum, køkum og onnur støð, har fólk mangan savnast á arbeiðsplássum
- Mælt verður til, at fólk í minst møguligan mun savnast í bólkum. Jú færri tess betri - í mesta lagi 10 fólk.
- Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar) millum starvsfólkini, tí coronasjúkan smittar skjótt og lætt.
- Minst til handreinføri: vaska tær ofta og væl um hendurnar. Hav hondspritt tøkt, soleiðis at starvsfólk kunnu spritta hendurnar áðrenn og aftaná tey fara í kaffistovur, kantinur og onnur felagsøkir.
- Mælt verður frá at hava sjálvtøkuborð ella líknandi. Um tað er møguligt, lat so starvsfólkini í kantinuni handfara og flýggja út matin. Skift borðbúnaðin ofta - t.d. 10 hvønn minutt.
- Vaska kaffistovur, kantinur og felagsøkir dagliga - serliga yvirflatur, ið kunnu viðvirkar til smittubreiðslu - t.d. borð, stólar, hurðar og trappugelendari - sí leiðbeining um reinføri á arbeiðsplássinum.
- Skipa so fyri, at fólk sleppa undan at trýsta á somu støð, tá tey fáa sær kaffi ella vatn. Hesi felags kontaktstøð kunnu gerast smittuspjaðarar.
- Starvsfólk hava altíð eina skyldu til at virða og fylgja fyribyrgjandi átøkum, sum ein arbeiðsgevari setur í verk.
Sí plakat frá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum her.
Tað ber ikki til á mínum arbeiðsplássi at vera færri enn 10 fólk
Tilmæli um í mesta lagi 10 fólk eigur helst at verða fylgt. Er ikki møguligt at fylgja tilmælinum um, at í mesta lagi 10 fólk eru saman í senn (t.d. á flakavirkjum), er serliga umráðandi at hava serlig fyrilit og fyrivarni.
So vítt møguligt verður mælt til:
- Haldið hóskandi frástøðu (2 metrar), tí coronavirus smittar skjótt og lætt.
- Být starvsfólk sundur í smærri vaktir, sum ikki arbeiða samstundis.
- Lat ikki vaktirnar møtast í hurðini
- Vaska/spritta millum hvørja vakt
- Minst til handreinføri – vaska tær væl um hendurnar og spritta aftaná
- Starvsfólk skulu vera varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og skulu vera heima um tey merkja sær okkurt.