Miðnám
Endaflokkarnir á miðnámsskúlunum fara at hava nakað av undirvísing í skúlanum frá mánadegnum 20. apríl 2020.
Hinir miðnámsflokkarnir fáa framhaldandi fjarundirvísing.
Próvtøkur
Seinasti undirvísingardagur hjá endaflokkunum er 15. mai 2020. Próvtøkuætlanin og ársmetini hjá endaflokkunum verða kunngjørd næmingum og lærarum hendan dagin.
Farið verður til próvtøku eftir hesum leisti:
| Gymnasialt miðnám |
Skrivligar próvtøkur |
Munnligar próvtøkur |
Próvtøkur tilsamans |
| 3. árs næmingar á HUG, BÚS, NÁT, TIL, TØK | Øll skulu til próvtøku í føroyskum. | Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein sambært raðfestingarlistanum. |
Tvær: ein skrivlig og ein munnlig. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. |
| 2. árs næmingar á FYR |
Tvær lærugreinar. Øll skulu til próvtøku í føroyskum. Hartil einari sambært raðfestingar-listanum. |
Tvær lærugreinar. Øll skulu til próvtøku í føroyskum. Hartil einari sambært raðfestingar-listanum. |
Fýra: tvær skrivligar og tvær munnligar. Í restina av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtøl. |
| 1. og 2. árs næmingar á HUG, BÚS, NÁT, TIL, TØK |
Eingin. Í lærugreinum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. |
||
| 1.árs næmingar á FYR | Eingin. Í lærugreinum, sum enda í ár, verður ársmetið givið sum próvtal. | ||
|
Næmingar, sum taka útbúgvingina yvir fleiri ár, og eru á næstsíðsta ella síðsta ári. |
Til próvtøku í føroyskum, um tey enda hesa lærugreinina í ár. | Serstøk próvtøkuætlan. |
Serstøk próvtøkuætlan. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. |
| Stakgreinalesandi |
Í mesta lagi fýra próvtøkur. Miðað verður eftir, at tvær eru skrivligar og tvær munnligar. Í restina av lærugreinunum verða ársmet givin sum próvtøl. |
||
| Sjálvlesandi |
Til próvtøku í øllum lærugreinum. Onkur próvtøka kann verða flutt til sjúkrapróvtøku-skeiðið. |
||
| Næmingar, sum eru frítiknir fyri próvtøku í føroyskum, vegna fremmandmálsligt bakstøði | Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein. Miðað verður eftir, at hetta verður ein mállærugrein, t.d. enskt. | Øll skulu til próvtøku í einari lærugrein sambært raðfestingar-listanum. |
Tvær: ein skrivlig og ein munnlig. Í restina av lærugreinunum, sum trektar eru til próvtøku, verður ársmetið givið sum próvtal. |
Serstøk próvtøkuætlan verður gjørd fyri næmingar, sum taka 3-ára útbúgving yvir fýra ár og fyri teir næmingar, sum taka útbúgvingina eftir serligari skipan.
Undirvísingin hjá næmingunum í 1. og 2. s umframt 1. árs næmingunum á FYR heldur fram eftir 15. mai, og ársmet verða givin seinasta skúladag, sum er 5. juni.