Føroyska koronupassið er nú endaliga góðkent í ES!

Føroyska Koronupassið

Nýggja talgilda koronupassið, eru nú tøkt og fer at lætta um hjá tær, sum fer út í heim at ferðast ella at arbeiða.


Tú hevur passið á telefonini og kanst vísa tað, tá ið tað krevst.

Koronapassið er prógv um, at tú lýkur eina av hesum treytum

At tú hevur fingið bæði prikini fyri covid-19 og átta dagar eru síðani seinna prikið.
At tú ert kannað/ur negativt fyri covid-19 innan fyri seinastu 72 tímarnar.

Soleiðis virkar passið


  1. Tú tekur koronupassið niður á telefonina. Tú skalt hava Samleikan fyri at fáa koronupassið.

  2. Tá ið tú ritar inn, verður koronapassið sjálvvirkandi dagført og vísir, um tú hevur koronupass, sum er í gildi, tí tú ert koppsett/ur. Tú kanst eisini fáa tína negativu koronukanning á koronupassið.

  3. Koronupassið vísir upplýsingar um koppseting og koronukanningar, sum tú sambært ES-avtalu skalt skjalprógva, tá ið tú kemur til eitt land ella fert úr øðrum landi.

Hand holding an iPhone

Tak koronupassið niður her

Tey, ið hava spurningar um koronunpassið kunnu seta seg í samband við telefon 30 45 45. Hevur tú spurningar viðvíkjandi Samleikanum, ring 1881.
Til ber eisini at skriva til koronupass@sjukrahusverk.fo.

Soleiðis tekur tú koronupassið niður til iPhone

Soleiðis tekur tú koronupassið niður til Android

Fá koronukanning inn í koronupassið

Eitt sindur um koronapassið

Tann 1. juli kom lóg í gildi um evropiska koronupassið. Tað merkir, at øll ES- og Schengenlond kunnu veita og eftirkanna koronupass í øðrum londum. Men hvørt land sær kann seta síni krøv um sóttarhald. Áðrenn tú fert at ferðast, eigur tú at kunna teg um innferðarreglurnar í landinum.


Tað evropiska koronupassið hava evropisk lond gjørt í felag, og tað tryggjar, at tú kanst skjalprógva negativ kanningarúrslit ella koppseting, tá ið tú fert til ES- og Schengenlond.


Í flestu førum kanst tú eisini nýta tað gula altjóða koppsetingarpassið, tú hevur fingið á koppsetingarstaðnum.

Hetta skjalprógvar koronupassið

Føroyska koronupassið skjalprógvar sum sagt koppseting og kanningarúrslit, men øll ES- og Schengenlond hava framvegis rættin til á seta krøv um kanningar og sóttarhald, tá ið tú kemur til landið. Tað kunnu tey gera alt eftir støðuni í landinum, fólk koma. Tí mást tú altíð kanna reglurnar í landinum, hagar tú ætlar tær. Kanna heimasíðurnar hjá sendistovunum.


Her kanst tú taka niður koronupassið:


Avbjóðingar við eldri kagarum

Tíverri ber ikki til at fáa koronupassið, um tú brúkar ein kagara hjá Safari á iPhone 6 og eldri. Royn annan kagara, t.d. Google Chrome, um tú hevur trupulleikar við at fáa koronupassið fram.

Verður tú kannaður í ES- ella Schengenlandi

Verður tú kannaður í ES- ella Schengenlandi, kemur kanningarúrslitið í evropiska koronupassið í tí landinum og ikki á føroyska koronupassið.


Tú hevur rætt til at fáa evropiskt koronupass frá tí landi, har kanningin varð gjørd. Váttanin verður send tær annaðhvørt talgild ella sum pappír.

Koronupassið tryggjar tær ikki pláss á matstovum

Føroyska koronupassið er first og fremst gjørt til, at tú kanst fara um landamørk. Tað tryggjar ikki, at tú sleppur inn á eina og hvørja matstovu.


ES eggjar øllum limalondum til at góðkenna koronupassini hvør hjá øðrum til nýtslu innanlendis, tá ið krøv av slíkum slagi verða sett. Tí er neyðugt at kanna reglurnar á staðnum, áðrenn tú fert av stað.

At skanna passið

Øll ES- og Schengenlond kunnu skanna passið. Kortini er tað ikki krav, at tað verður gjørt, tá ið tú fert um mørk í ES- og Schengenøkinum.

Tá ið kanningin gongur út

Gongur kanningin út meðan tú ert burtur, riggar passið ikki. Tað er landið, tú ert komin til, ið ger av, um kanningin er gild. Tú kanst kanna teg aftur, har tú ert stadd/ur.


Fert tú t.d. til Italia við kanningarváttan í koronupassinum og skalt brúka passið at sleppa víðari, skalt tú kannast í Italia. Kanningarstøðin veitir tær evropiskt koronupass (EU’s Digital COVID certificate), sum verður sent talgilt ella sum pappír. Tað kanst tú vísa sum váttan á flogvøllinum ella aðrastaðni. Henda kanning verður ikki víst í tínum koronupassi.

Lond ráða sjálv fyri, nær koppsett sleppa inn

Londini sjálv ráða fyri, nær koppsett sleppa inn. Í fleiri londum verður kravt, at ferðandi eru liðugt koppsett. Vanliga merkir tað 14 dagar eftir seinna prikið. Treytirnar eru ymiskar, so kanna, áðrenn tú fert av stað, á sendistovuheimasíðunum.

Koronupassið krevur góðkend kanningarfólk

Evropiska koronupassið (EU’s Digital COVID certificate) kann ikki verða latið grundað á kanning, tú sjálv/ur hevur gjørt (antigentest). Evropiskt koronupass kann bara verða veitt teimum, sum heilsustarvsfólk og góðkend kanningarfólk hava kannað.

Samleikin

Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú stovna tær ein brúkara við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
www.samleikin.fo