Innferðareftirlit
Løgreglan boðaði tann 16. mars frá, at fyribils innferðareftirlit er í sett í verk. Tað merkir, at útlendsk ferðandi uttan heimild ikki sleppa at ferðast til Føroyar. Hetta er eisini galdandi fyri ferðing til Danmark, sum eisini hevur sett innferðareftirlit í verk.
Øll ferðandi kunnu vænta at verða biðin um at vísa samleikaprógv í samband við ferð til Føroyar og til Danmarkar.
Heimild verður millum annað givin teimum:
- sum hava bústað í tí landi, ferðast verður til.
- sum koma til landið fyri at hava samveru við børn.
- sum hava arbeiðsloyvi og hava eitt viðurkenningarvert starv ella viðurkenningarverda arbeiðsuppgávu at røkja, sum skal loysast á einum arbeiðsplássi í Føroyum. Mælt verður teimum, sum koma inn í landið, til at hava skjalprógv e.a. frá arbeiðsgevara við (arbeiðssáttmála, arbeiðsváttan e.l.).
- sum skulu flyta vørur og tænastur til Føroya ella úr Føroyum
- sum eru sjófólk og skulu mynstra ella mynstra av skipi í Føroyum. Somuleiðis manning umborð á flogfari, offshore-starvsfólk o.o.
- sum skulu vitja familjulim, sum er sera sjúkur og/ella doyggjandi.
- sum skulu í jarðarferð.
- sum ferðast í sjúkraørindum.
- sum eru partar av rættarmáli.
Heimild at ferðast til Føroyar og/ella Danmarkar verður ikki givin vitjandi, hvørs endamál eru familjuvitjanir, námsferðir og annað vanligt ferðafólkavirksemi.